Turiðargøta 7A
110 Tórshavn
Tel. 31 86 26
Dagstovnaleiðari Randi K. Heinesen
Tel. 21 87 30
randikh@torshavn.fo
Turiðargøta 7A
110 Tórshavn
Tel. 31 86 26
Dagstovnaleiðari Randi K. Heinesen
Tel. 21 87 30
randikh@torshavn.fo
Í Býlingshúsinum á Ternuryggi geva vit børnunum umstøður til at spæla og skapa. Tað er fyrst og fremst í spælinum, at barnið mennist, fær arbeitt við sínum upplivingum og kenslum og roynt seg á ymiskan hátt. Í vakra og spennandi nærumhvørvi okkara høgt uppi í Havnini finna vit hvønn dag stórar og smáar upplivingar og avbjóðingar.
Vit hava opið mánadag til fríggjadag frá kl. 7.30 til kl. 17.
Samanlagt virksemi merkir, at dagstovnarnir leggja virksemið saman, soleiðis at ein dagstovnur er opin í frítíðini.
Summarfrítíð 2024: 16. mai 2024
Gev gætur, at heldur tú ikki freistina, kunnu vit ikki tryggja tínum barni pláss í samanlagda virkseminum.
Hevur tú tørv á plássi í samanlagda virkseminum, kanst tú kunna teg nærri og søkja á síðu okkara um samanlagt virksemi.
Tit eru altíð vælkomin at vitja okkum. Ring til Randi á telefon 21 87 30 ella send ein teldupost til randikh@torshavn.fo fyri at avtala eina vitjan.
Øll børn skulu hava matpakka við hvønn dag. Vit bjóða mjólk og vatn. Viðhvørt gera vit børnunum mat. Hetta kunna vit foreldur um. Eisini kemur fyri, at ein barnagarðsstova ella vøggustova fegin vil skipa fyri breyðborði. Tá kunna vit eisini foreldur frammanundan.
Okkara ynski er, at foreldrini geva børnunum ein sunnan matpakka við á stovnin. Sunnur matur og góð dagsferð hoyra saman.
Sum útgangsstøði bjóða vit ikki morgunmat á stovninum, men vit seta okkum fegin við borðið saman við tínum barni at eta morgunmat, tá tit hava sagt farvæl. Hendan morgunmat hevur barnið við heimanífrá.
Dagstovnurin bjóðar millummála hvønn dag. Starvsfólk og børn fyrireika millummálan saman. Vit eta millum annað suppu, frukt, heimabakaðar bollar, skorpur og nógv annað leskiligt.
Tá eitt barn hevur føðingardag, sleppa vit teymunum eitt sindur, og barnið sleppur at bjóða døgurða ella millummála á stovuni, um tit ynskja tað. Tað kemur mangan fyri, at føðingardagsbarnið bjóðar børnum og starvsfólkum heim til sín. Í tílíkum førum kunna vit altíð foreldrini frammanundan.
Stovnurin skipar regluliga fyri trygdarskeiðum fyri starvsfólk og leiðslu.
Foreldraráðið arbeiðir fyri at styrkja trivnaðin og sambandið millum starvsfólk, heim, foreldur og børn á stovninum. Sum limur í foreldraráðnum kanst tú vera við til at tryggja, at stovnurin er eitt gott stað at vera.
Tú fært bæði innlit í og ávirkan á gerandisdagin og námsfrøðiliga leist okkara á stovninum. Limirnir í foreldraráðnum eru eisini hugskotsgevar og eru við til at kjakast um menningina og átøk á stovninum. Tú verður við til at skifta orð um og viðgerða virðini handan námsfrøðiliga leistin, sum í ávísan mun eru stýrandi fyri tey ítriv, børnini og tey vaksnu eru saman um á stovninum.
Býlingshúsið á Ternuryggi liggur ovarlaga í ein norðan í Tórshavn.
Í Býlingshúsinum á Ternuryggi eru tvær barnagarðsstovur og ein vøggustova. Vit hava tvey felagsrúm: eitt stórt og eitt minni. Vit hava ein deiligan køk, har stovurnar fyrireika millummála saman við børnunum.
Á stovninum hava vit eitt sansarúm, sum vit nýta saman við børnunum. Í sansarúminum menna børnini hoyrisansin, við til dømis ljóði og sangi, og tann taktila sansin, sum er at merkja ymiskt móti húðini, sum til dømis sand, perlur, mat, toy. Á stovninum er eisini ein verkstaður. Her arbeiða vit ofta við ymiskum verkætlanum, sum til dømis at mála ymiskt, sum vit hava sæð á túrum, byggja og evna ymiskt, ið skal nýtast til ymisk endamál.
Umhvørvið á Ternuryggi er sera vakurt. Vit liggja høgt uppi í Havnini, har vit hava vítt til veggja.
Garður okkara er rúmligur, og har hava vit tvey sandkassaøki - eitt til barnagarðsbørn og eitt til vøggustovubørn. Harumframt hava vit eitt stórt lendi, ið bæði er slætt og ójavnt. Kring økið eru ymisk fitt hús, trø at spæla í, ein stórur fótbóltsvøllur og frítt er at ferðast kring allan stovnin.
Uttan fyri stovnin eru alskyns møguleikar, bæði í nærumhvørvinum og í fjarumhvørvinum. Í nærumhvørvinum býr ein bóndi, sum vit vitja, og eitt hanagleiv frá okkum finst ein fittur djóragarður við nógvum spennandi kríatúrum. Í grannalagnum eru eisini tveir aðrir dagstovnar, sum vit javnan vitja.
Á stovninum leggja vit nógva orku í at taka væl ímóti barninum og foreldrunum um morgunin. Foreldur eru altíð vælkomin at steðga á til ein kaffimunn, um tey hava hug. Vit vita, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin, at foreldur og barn fáa sagt ordiligt farvæl.
Sama ger seg galdandi, tá foreldur koma eftir barninum seinni á degnum. Tá vilja vit fegin greiða frá hendingum og øðrum spennandi, sum barnið hjá tær hevur upplivað. Vit eru greið yvir, at ein góð móttøka á morgni, saman við einum væleydnaðum farvæl seinni á degi, ger sítt til eitt sunt foreldrasamstarv.
Niðanfyri finnur tú okkara námsætlan. Í námsætlanini sært tú, hvussu vit arbeiða við ymisku aldursbólkunum á stovninum, og hvussu hetta arbeiðið sæst aftur í gerandisdegnum.
Námsætlanin verður javnan eftirmett fyri at tryggja øllum eitt so gott og mennandi tilboð sum gjørligt. Afturat hesum arbeiði fyrihalda vit okkum eisini til dagstovnalógina í okkara virksemi.
Námsætlan Býlingshúsið á Ternuryggi
Eitt fast ítriv hjá okkum er at fara í FIMI hvønn mikudag frá kl. 11 til kl. 12. Vit hoppa trampolin, venja javnvágsrørslur og spæla ymisk spøl, sum stimbra sosiala trivnaðin. Vit brúka eisini nógv garðin hjá okkum, tá veðrið er gott. Og vit vitja ofta okkara vøkru náttúru í nærumhvørvinum í bæði góðum og ringum veðri.
Vit hava nógv tiltøk á stovninum. Summi tiltøk eru meira siðbundin enn onnur, til dømis føstulávint, árliga summarveitsla okkara og jólahaldið. Summarveitslan er eitt samstarv millum okkara stovn og tveir grannastovnar. Hetta er ein sera stuttlig veitsla, sum vit halda hvørt ár. Harafturat hava vit árligu leguna fyri skúlabólkin, foreldrakaffi og ommu- og abbakaffi. Standmyndaveiðuna mugu vit ikki gloyma at nevna: Vita tit, hvussu standmyndin á Vaglinum eitur? Ella tann við Sjónleikarahúsið? Ella tann við Vesturkirkjuna? Tað gera vit! Vit eru sera errin av teimum afturvendandi tiltøkum og siðvenjum, børn okkara sleppa at uppliva.
Vit meta foreldrasamstarvið at vera ein týðandi part av dagstovnalívinum hjá tínum barni. Er foreldrasamstarvið gott, kennist dagurin tryggari bæði fyri foreldrini, starvsfólkini og barnið. Vit leggja dent á gott samskifti millum foreldur og starvsfólk, tí vit merkja, at hetta ger sítt til, at barnið fær ein góðan og mennandi dag.
Ein felags foreldrafundur er annaðhvørt um heystið ella á vetri. Vit kunngera fundin í góðari tíð.
Á stovninum starvast um 20 starvsfólk. Hesi eru stovnsleiðari, námsfrøðingar, hjálparfólk, vaskifólk, húsavørður og avloysarar.
ForeldraGluggin er ein felags samskiftispallur hjá dagstovnum og frítíðarskúlum í kommununi. Talan er um eina ókeypis app til snildfon, sum foreldur og dagstovnar brúka, tá tey samskifta sínámillum.
So hvørt sum Føroyar vórðu raktar av Covid-19 farsóttini í 2020, gjørdist tað kommununi greitt, at okkum tørvaði ein skjótan, tryggan og felags samskiftisfarveg fyri alt dagstovnaøkið. Boðini og tilmælini til foreldur vóru mong, og tey broyttust ofta. Talan var eisini mangan um bráðfeingisboð, ið vóru umráðandi at fáa skjótt út til øll foreldur.
Harafturat kom nýggja dátuverndarlógin í gildi í januar 2021, og sambært henni eiga vit øll at tryggja okkum, at persónsupplýsingar og myndir verða handfarnar á so tryggan hátt sum gjørligt.
ForeldraGluggin er tó ikki bara tikin í nýtslu fyri at geva stovnum ein felags farveg til bráðfeingisboð og tilmæli. ForeldraGluggin er eisini partur av talgildingarætlanini hjá kommununi, ið millum annað hevur til endamáls at hækka kommunala tænastustøðið. Ítøkiliga er appin ein lættur snarvegur hjá tær, sum ynskir at fáa skjótt og ómakaleyst innlit í gerandisdagin hjá tínum barni.
Tað er ein kend avbjóðing millum foreldur, at tað kann vera trupult at fáa rættiligt innlit í tann stóra partin av gerandisdegnum, børnini eru á stovni. Børnini eru ikki altíð før fyri sjálvi at velja úr rúgvuni av upplivingum, og foreldur hava viðhvørt knappa tíð at tosa og hyggja at myndum, tá tey koma eftir børnunum á stovninum.
Higartil hava dagstovnar brúkt boðtalvur, facebookbólkar og teldur við myndum til at kunna foreldur um dagliga virksemið. Stovnarnir hava sjálvandi eisini tosað beinleiðis við foreldrini. ForeldraGluggin kemur ikki í staðin fyri munnliga samskiftið, men letur upp fyri fleiri miðvísum samskiftismøguleikum, soleiðis at tú sum foreldur hevur lætta atgongd til mangt av tí í gerandisdegnum, sum tú og barnið kunnu hava gagn av at tosa um.
ForeldraGluggin er tryggari loysn í fleiri mátar:
ForeldraGluggin er ein app, sum verður brúkt til samskifti. Tað kann til dømis vera at senda innkallingar til foreldraviðtalur, kunna um ráðleggingardagar, deila myndir av børnunum og vísa brellbitar frá degnum á stovninum:
Hevur tú skrásett títt fartelefonnummar og tín teldupostbústað í plássskipanini frammanundan, kann stovnsleiðarin senda tær ein teldupost við einum leinki, tá ið barnið byrjar á stovninum.
Í teldupostinum stendur:
»Góði brúkari av ForeldraGlugganum. Fyri at rita inn á ForeldraGluggan, skalt tú stovna brúkaranavn og loyniorð. Trýst á leinkið og vel brúkaranavn og loyniorð«
Tá ið tú trýstir á leinkið í teldupostinum og ritar inn, sært tú eina QR-kotu, sum tú skannar við snildfonini. So verður appin tikin niður á tína telefon.
Tá tú hevur gjørt hetta, kanst tú fara til stig 4 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara. Tað gert tú við at fylgja stig 1-3 í vegleiðingini niðanfyri.
Fært tú ikki ein teldupost sendandi við einari QR-kotu, mást tú sjálv stovna teg sum brúkara fyri at brúka ForeldraGluggan. Tað gert tú í plássskipanini. Tað tekur áleið ein minutt at stovna seg sum brúkara í plássskipanini.
Tú ritar inn í plássskipanina við tínum Samleika. Hevur tú ikki fingið tær Samleikan, kanst tú bíleggja tær hann á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur ritað inn í plássskipanina, skalt tú trýsta á spjaldrið við tínum navni. Hevur tú foreldramyndugleikan, eigur tú tá at síggja teigin »Stovna ForeldraGluggan«:
Her skalt tú:
Fá tær Samleikan (samleikin.fo)
Far inn á App Store (um tú hevur iPhone) ella GooglePlay (um tú hevur Android) og leita eftir »ForeldraGluggin«. Tak síðan appina niður.
Tá ið tú hevur tikið appina niður, trýstir tú á appina fyri at lata hana upp. Nú verður tú biðin um at skriva brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Tá ið tú hevur tøppað brúkaranavnið og loyniorðið inn, fært tú eini SMS-boð sendandi við einum trygdartali, sum tú skalt tøppa inn. SMS-boðini við trygdartali verða bara send fyrstu ferð, tú ritar inn - aftaná hetta tørvar tær bara at nýta brúkaranavnið og loyniorðið, tú valdi tær í plássskipanini.
Hevur tú fleiri børn á stovni, sært tú byrjanarstavirnar hjá hvørjum barni í appini. Tú kemur inn á einstaka barnið við at trýsta á runda ikonið við byrjanarstavunum í.
Nú trýstir tú niðast høgrumegin á ikonið »Meira«.
Síðan trýstir tú á »kartotekskort« næstniðast í valmyndini.
Her svarar tú spurningum um títt barn og velur, hvørji loyvi tú vilt lata. Gev gætur, at hesar upplýsingarnar eru neyðugar fyri at skipanin riggar og handfer upplýsingarnar rætt.
Á kartotekskortinum kanst tú velja, um tú vilt lata stovninum ymiskar fulltrúir ella ikki. Tað eru fulltrúir til:
Somuleiðis kanst tú geva fulltrúir til myndir og filmar alt eftir, hvat tú ynskir. Tú kanst velja, um:
Aðrar upplýsingar skulu eisini gevast, um serlig viðurskifti og atlit skulu takast til sjúkur, kost, lívsneyðugan heilivág og ovurviðkvæmi.
Somuleiðis verður tú spurd eftir:
Tú kanst velja at brúka appina á føroyskum. Ynskir tú tað, skalt tú fara til »generelt« í stillingunum á sjálvari telefonini, velja »Sprog og område« og velja »føroyskt« sum mál:
Tú mást ansa eftir, at føroyskt eisini stendur ovast undir »foretrukken sprogrækkefølge« í yvirskipaðu stillingunum.
Fyri at kunna leggja arbeiðið til rættis á stovnunum, ynskja vit, at tú boðar frá, nær barnið heldur frí. Hesum boðar tú frá í ForeldraGlugganum.
Soleiðis boðar tú frá:
1. Lat ForeldraGluggan upp og rita inn
2. Trýst á »meira« niðast í høgra horni
3. Trýst á »Frí og frítíð«
4. Syrg fyri at swipe-knøtturin ovast er grønur
5. Vel fyrsta og seinasta frídag í álmanakkanum og trýst á flugubeinið ovast í høgra horni:
Nú hevur tú skrásett frítíðina. Hevur tú eina viðmerking til tína fráboðan, kanst tú skriva hana í niðasta teigin. Minst til at trýsta á bláa flugubeinið, tá tú ert liðug.
UPPSLØG
Í uppsløgunum finnur tú kunning um gerandisdagin á stovninum. Tað kunnu vera lýsingar av námsfrøðiliga gerandisdegnum, tiltøk ella ítriv, sum fara fram í nærmastu framtíð ella áheitanir um at hava regnklæðir við og tílíkt. Tað ber ikki til at gera viðmerkingar til uppsløg.
BOÐ
Undir »Boð« sært tú samskiftið við ein ella fleiri úrvaldar móttakarar. Her hevur tú møguleika fyri at svara boðunum. Tað kann til dømis vera eini boð, har starvsfólkini ynskja at avtala eina foreldraviðtalu, ella tað kann vera eini boð við einum stuttum spurningi.
Tá tú sendir eini boð til starvsfólkini á dagstovninum, verða boðini send til felags postkassan hjá stovninum. Øll viðkomandi starvsfólk eru knýtt at hesum postkassanum, og tey kunnu sostatt svara tínum boðum.
Tað ber ikki til at senda boð til onnur foreldur á stovninum.
ÁLMANAKKI
Í álmanakkanum sært tú tiltøkini á stovninum, til dømis foreldrafundir, jólahald, páskahald og tílíkt. Her sært tú eisini, um tú ert boðin til foreldraviðtalu.
MYNDASAVN
Í myndaskjáttuni sært tú allar tær mappur og myndir, sum eru deild við teg. Í mappuni »Myndir av tær og tínum børnum« verða allar myndir og øll filmsbrot savnað, sum hava títt barn frámerkt á teimum.
Títt barn verður stovnað sjálvvirkandi í ForeldraGlugganum við upplýsingum úr fólkayvirlitinum. Sostatt eru tað bara foreldur við foreldramyndugleika, sum síggja upplýsingar um barnið. Næsta verkætlanarstig fer at gera tað møguligt at geva foreldrum uttan foreldramyndugleika atgongd til skipanina.
Sært tú ikki barnið í ForeldraGlugganum, kanst tú:
Sært tú ikki barnið, hóast barnið er skrásett á einari stovu, kanst tú:
Hevur tú fleiri spurningar um, hvussu tú skrásetir ella brúkar ForeldraGluggan, so finnur tú ofta settar spurningar og svar á síðu okkara um ForeldraGluggan. Har kanst tú eisini kunna teg um brúkaratreytirnar.
Hvør stova hevur eina boðtalvu til dagliga kunning. Boðtalvurnar hanga í hvørjari inngongd til stovurnar.
Ein dygdarmennari frá Barna- og ungdómsdeildini hjá Tórshavnar kommunu kemur við jøvnum millumbilum út á dagstovnarnar í kommununi at eygleiða námsfrøðiliga innihaldið og umstøðurnar, sum námsfrøðiliga arbeiði fer fram í.
Dygdarmennarin samskiftir síðan við dagstovnaleiðaran og starvsfólkini um sínar eygleiðingar, og funnið verður fram til ítøkiligar menningarmøguleikar.
Talan er um skipaðar eygleiðingar (KIDS), sum skulu vera við til at tryggja, at vit framhaldandi arbeiða við námsfrøðiligu dygdini á hvørjum einstøkum dagstovni. KIDS er eitt viðurkent og granskingargrundað amboð til eftirmeting og menning av námsfrøðiligu dygdini á dagstovnum.
Eygleiðingarnar eru innanhýsis arbeiðsamboð til einstaka stovnin at brúka í sínum menningararbeiði.
Triðja hvørt ár skipar kommunan fyri eftirliti av trygdarviðurskiftunum á øllum dagstovnaspæliplássum í Tórshavnar kommunu.
Í løtuni er tað Nordisk Legepladsinstitut, sum hevur kanningararbeiðið um hendi. Tórshavnar kommuna fær eina útgreinaða støðulýsing av hvørjum spæliplássi og ger neyðugu umvælingarnar ella tiltøkini, sum støðulýsingin mælir til.
Kommunalu húsavørðarnir hava dagliga eftirlitið við spæliplássunum.
Býlingshúsinum á Ternuryggi hevur pláss fyri 12 vøggustovubørnum og 35 barnagarðsbørnum.
Vilt tú skriva títt barn upp til ein dagstovn, kanst tú avgreiða uppskrivingina frá hesari síðuni:
Her kanst tú kunna teg um galdandi reglurnar fyri upptøku av børnum til dagstovnarnar í Tórshavnar kommunu:
Brúkaragjøldini fyri dagstovnapláss sært tú her:
Foreldur við inntøkum undir ávísum marki kunnu søkja kommununa um eitt ískoyti til at fíggja dagstovnaplássið. Ískoytið verður rópt fyri fíggjarligt frípláss. Les meira um møguleikarnar og treytirnar á síðu okkara um frípláss.
Ynskir tú at siga stovnsplássið frá tær ella biðja um farloyvi frá stovninum, er uppsagnartíðin tveir mánaðir. Tú kanst lesa meira her: