Noyðist eg at vera limur?
Nei, tað er ikki neyðugt. Ert tú millum 13 og 18 ár, er frítt hjá tær at koma í ungdómshúsini. Tú noyðist heldur ikki at búgva í Tórshavnar kommunu – vitjandi úr øðrum kommunum eru eisini vælkomin. Hevur tú hug at hitta onnur ung og brúka hentleikarnar í ungdómshúsunum, skalt tú bara møta upp. Tú sært bústaðirnar og upplatingartíðirnar niðanfyri.
Hvør starvast í ungdómshúsunum?
Ungdómshúsini leggja øll dent á mentan. Tí eru starvsfólkini í ungdómshúsunum sum oftast ein samanseting av námsfrøðingum, tónleikarum, sjónleikarum, listafólkum, ítróttarvenjarum og hjálparfólkum.
Í ungdómshúsunum er altíð eitt námsfrøðiligt starvsfólk til staðar, sum kann hjálpa tær við tínum ítrivi ella práta við teg.
Ítriv og virksemi
Ungdómshúsini hava nógv ymisk tiltøk og ítriv, sum tú kanst taka lut í uttan at melda teg til. Summar stórar útferðir og tiltøk noyðist tú tó at tekna teg til frammanundan. Til dømis tey tiltøkini, sum ungdómshúsini samskipa. Hesi kunnu til dømis vera:
- Útferðir
- E-ítróttakappingar
- Felags nátturði
- Filmskvøld
- Samrøðubólkar
- Bovling
- Grilltiltøk