Samanlagt virksemi á dagstovni
Tørvar tær pláss í summarfrítíðini, tá dagstovnarnir annars eru stongdir, skalt tú søkja um tað. Í Tórshavnar kommunu leggja dagstovnarnir virksemið saman í summarfrítíðini, soleiðis at minst ein dagstovnur er opin.
Søk um pláss í samanløgdum virksemi
Øll børn í barnagarðsaldri eru vælkomin at nýta tilboðið. Niðanfyri kanst tú kunna teg um, hvussu samanlagda virksemið er skipað, og hvussu tú søkir um pláss.
Hevur tú tørv á plássi í samanløgdum virksemi, skalt tú søkja um pláss við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri og tøppa kravdu upplýsingarnar inn.
Søk um pláss í samanløgdum virksemi
Hevur tú spurningar, kanst tú ringja til Snarskivuna á telefon 30 20 10.
Tilmeldingin til samanlagda virksemið er bindandi. Er títt barn meldað til, men hevur tað ikki tørv á plássinum kortini, skalt tú skjótast gjørligt venda tær til dagstovnaleiðaran hjá barninum. Er samanlagda virksemið byrjað, skalt tú venda tær til leiðaran á stovninum, har samanlagda virksemið fer fram.
Navn og telefonnummar hevur tú fingið frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni, áðrenn samanlagda virksemið byrjar.
Hevur tú bráðfeingis tørv á plássi, eftir at tilmeldingarfreistin er farin, skalt tú senda eina skrivliga umsókn um pláss í samanlagda virkseminum til torshavn@torshavn.fo. Minst til at skriva »Bráðfeingis tørvur/Barna- og ungdómsdeildin« í evnisteigin.
Í umsóknini skalt tú greiða frá, hvør bráðfeingisstøðan er og grundgeva fyri tín brádliga íkomna tørv á plássi. Tórshavnar kommuna svarar tær skrivliga.
Samanlagda dagstovnavirksemið gongur fyri seg í hesum tíðarskeiðnum í 2025:
- Summarfrítíðin í viku 29, 30 og 31
Tá tað stundar til, at samanlagda virksemið skal byrja, kunnar dagstovnaleiðarin teg um, hvat tú skalt hava í huga, tá títt barn byrjar í samanlagda virkseminum. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk verða til staðar frá dagstovninum, og tú fært nummarið hjá dagstovnaleiðaranum.
Freistin at melda til samanlagt dagstovnavirksemi í 2025:
- Summarfrítíðin 2025: 25. mai 2025
Freistina finnur tú eisini á heimasíðuni hjá dagstovninum, títt barn vanliga gongur í.
Ein mánaða fyri tilmeldingarfreistina festa allir dagstovnar í kommununi eitt uppslag um tilmelding og freist á kunningarveggin í dagstovninum. Hetta er fyri at minna foreldur á tilmeldingina.
Gev gætur, at tað er tín egna ábyrgd sum foreldur at melda rættstundis til samanlagda virksemið.
Hevur tú meldað títt barn til samanlagt virksemi, kunna vit teg um, hvør stovnur er opin, tá tilmeldingarfreistin er farin. Hesa kunning fært tú frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni.
Tilmeldingin letur upp 28. apríl 2025 og letur aftur 25. mai 2025.
Tá tað stundar til samanlagda virksemið, fært tú nærri upplýsingar um, hvat tú skalt hava í huga. Tú fært millum annað at vita, hvørji starvsfólk frá dagstovninum verða til staðar í samanlagda virkseminum, og tú fært telefonnummarið hjá dagstovnaleiðaranum.
Kunningina fært tú frá leiðaranum á dagstovninum hjá tínum barni.