Kennifílur (cookies)

Tá tú vitjar heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu, fært tú sjálvvirkandi eina ella fleiri kennifílur sendandi frá okkum.

Vit brúka sonevndar »tracking kennifílur« til millum annað at greina ferðsluna á heimasíðu okkara. Tað gera vit, tí ferðslugreining hjálpir okkum at menna heimasíðuna. Vit brúka eisini kennifílur fyri at tryggja, at nýtslan av síðu okkara er so góð sum gjørligt.

Niðanfyri kanst tú lesa um, hvussu vit brúka kennifílur.

Tú kanst fáa meira at vita um, hvørji vit eru, hvussu tú fært samband við okkum og hvussu vit viðgera tínar persónsupplýsingar í okkara persónsupplýsingarpolitikki:

Soleiðis handfara vit tínar dátur (torshavn.fo)



Hent at vita um kennifílur
Hvat er ein kennifíla?

Ein kennifíla er ein tekstfíla, sum verður løgd á tína teldu, tín teldil ella tína snildfon, tá tú vitjar heimasíðu okkara. Í tekstfíluni goymir heimasíðan upplýsingar, sum heimasíðan ynskir at lesa, tá tú vitjar heimasíðuna aftur. Hetta eru aloftast upplýsingar, sum verða brúktar til greining og hagtalsframleiðslu, og sum eru púra vandaleysar.

Í flestu førum savna kennifílurnar dulnevndar dátur, men kennifílurnar kunnu eisini savna IP-adressur, sum eru persónstilvísandi dátur.

Vit deila ikki persónstilvísandi dátur ella dulnevndar dátur við triðjapart. Summar av teimum tænastunum, sum hava kennifílur á okkara heimasíðu, deila tó dátur við triðjapart.

Ein kennifíla er ein tekstfíla og ikki eitt forrit. Tað vil siga, at kennifílan fær ikki sjálv gjørt nakað á tínari teldu. Kannifílan kann til dømis ikki spjaða telduvirus ella á annan hátt gera skaða. Innihaldið í kennifílum verður lisið og skrivað av teimum heimasíðum, sum tú brúkar og vitjar.

So leingi verða kennifílur goymdar

Tað er ymiskt, hvussu leingi kennifílurnar verða liggjandi á telduni. Tað veldst um, hvat einstøku tænastuveitararnir hava sett kennifílurnar til. Summar kennifílur hvørva beinanvegin, tá tú letur kagavindeygað aftur, meðan aðrar kennifílur kunnu liggja í fleiri ár.

Nógvir tænastuveitarar seta vanliga sínar lýsinga-, hagtals- og innihaldstengdu kennifílur til at vara millum 12 - 24 mánaðar, áðrenn tær verða strikaðar.

Gev gætur, at haldførið á kennifílum verður longt fyri hvørja vitjan. Tað vil siga, at haldførið hjá einari kennifílu til dømis er 24 mánaðar frá tí, tú seinast vitjaði eina heimasíðu.

Hvussu striki eg kennifílur?

Tú kanst altíð nokta ella strika kennifílur á tínari teldu við at broyta stillingarnar í tínum kaga. Hvar tú finnur stillingarnar, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Gev tó gætur, at noktar tú kennifílur, eru funkur og tænastur, tú ikki fært brúkt, tí tær eru treytaðar av, at heimasíðan minnist tíni val.

Allir kagar geva tær møguleika fyri at strika kennifílur annaðhvørt eina kennifílu í senn ella allar í senn. Hvussu tú strikar kennifílurnar, veldst um, hvønn kaga tú brúkar. Brúkar tú fleiri kagar, skalt tú strika kennifílurnar í teimum øllum.

Angrar tú, at tú hevur avvíst kennifílur, skalt tú fara inn í kagan og strika kennifílurnar. Síðan verður tú aftur spurd, um tú vilt loyva kennifílum, tá tú vitjar heimasíðuna.

Kennifílur á www.torshavn.fo

Neyðugar kennifílur

Hesar kennifílur eru neyðugar fyri, at heimasíðan kann veita tær eina ávísa tænastu.

Á torshavn.fo brúka vit eina kennifílu fyri at eftirkanna, at tú hevur givið títt samtykki til nýtsluna av kennifílum á heimasíðuni. Vit savna ikki persónstilvísandi dátur í hesum sambandi.

Rakstrar- og menningarkennifílur

Hesar kennifílur brúka vit til at reka og menna heimasíðuna. Tað kann til dømis vera fyri at telja saman talið av vitjandi ella savna aðrar upplýsingar, sum skulu brúkast til at greina ferðsluna og nýtsluna. Hesar kennifílurnar kunnu bara í avmarkaðan mun savna dátur, sum beina til einstaka brúkaran.

Vit brúka kennifílur frá Siteimprove til at savna inn hagtøl um heimasíðuna. Siteimprove savnar inn dulnevndar dátur og deilir ikki við triðjapart.

Snarskivan
Snarskivan

Vaglið 1, 100 Tórshavn

Les um Snarskivuna

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15