Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki undir 18 ár, kunnu tit lesa meira um møguleikarnar á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya.
Ynskja tú og tín familja at gerast umlættingarfamilja ella fosturfamilja hjá einum barni ella ungum fólki undir 18 ár, kunnu tit lesa meira um møguleikarnar á heimasíðuni hjá Barnaverndarstovu Føroya.
Kennir tú eitt barn ella ungt fólk undir 18 ár, sum hevur bráðfeingis tørv á hjálp, skalt tú venda tær til Barnaverndartænastuna á tel. 30 20 60 í vanligari arbeiðstíð (9-15 mánadag til fríggjadag).
Uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftum fært tú fatur á Barnaverndartænastuni við at ringja til vakttelefonina á tel. 21 60 12.
Tú kanst eisini kunna teg nærri her:
Hevur títt barn sálarligar trupulleikar ella stúranir at dragast við? So kann mentorskipaninin fyri ung hjá Barnabata og Tórshavnar kommunu vera ein loysn.
Mentorskipanin er eitt upplýsandi, fyribyrgjandi og mennandi tilboð til børn og ung í aldrinum 12-18 ár. Mentorskipanin kann virka til at stimbra og menna sjálvsvirðið og trivnaðin hjá tínum barni. Skipanin virkar við vegleiðing frá sjálvbodnum og skúlaðum mentorum.
Hví broytist tín tannáringur? Kom og hoyr um avbjóðingar og trýst, sum ung verða útsett fyri. Og kom og hoyr um, hvat tú kanst gera fyri at hjálpa og stuðla sum foreldur. Mánakvøldið 22. apríl er ókeypis tiltak í Smæruni fyri foreldur at tannáringum í 7. flokki.
Vaglið 1, 100 Tórshavn
Tel. 30 20 60 (kl. 9 - 15)
Tel. 21 60 12 (kl. 15 - 9)
Mánadag - fríggjadag | 9 | - | 15 |