Í Norðurlandahúsinum 30. desember. Nærri kunning sæst her: Vælkomin á Jobmatch
Frá jólaaftan til nýggjársdag verður húsarhaldsrusk heintað vanligu støðini fríggjadagin 27. december og mánadagin 30. december. Um ruskið rúgvar ov nógv upp við hús, er møguleiki at fara á Endurnýtsluna við tí, ella seta ein eyka posa út til ruskinnsavnanina at taka.
Les meira her:
Víst verður til okkara tænastur á Vanganum, sum tó eru óvirknar 28.-31. desember orsakað av umleggingum.
Fráboðanir um saltkassar, gøtuljós o.l. kunnu fráboðast í Preia-okkum á torshavn.fo
Eisini ber til at senda teldupost á torshavn@torshavn.fo
Hava tygum bráðneyðug boð, ið ikki kunnu bíða, so ber til at ringja til Sløkkiliðsstøðina á 30 21 00.
Um jólini og árskiftið verða fylgjandi broytingar í ferðaætlanini hjá Bussleiðini hjá Tórshavnar kommunu.
Les meira her:
Bussleiðin um jólini og árskiftið
Í sambandi við at jólamenn koma á súkklubaki, verður Niels Finsens gøtu frá Sverrisgøtu stongt oman til Vaglið, sunnudagin 22. desember frá kl. 14 til 18.
Trý hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto eru leys at søkja. Umsóknarfreistin er hósdagin 2. januar 2025 klokkan 12. Les meira og søk á síðu okkara um hýruvognsloyvi.
Frá 1. januar 2025 verða ávísir oljutangar ólógligir sambært kunngerð.
Um tú hevur ein av hesum oljutangum, men av eini ella aðrari orsøk ikki fært hetta uppá pláss innan ásettu freistina í kunngerðini, so ber til, at fáa freistina longda í serligum føri.
Er saltkassin í grannalagnum tómur, kanst tú preia kommunalu vegadeildina, so fylla vit kassan upp aftur. Les meira um kavarudding, saltkassar og tínar skyldur á síðu okkara um kavarudding.
Skipar tú fyri tiltaki, ella vilt tú vita, hvørji tiltøk eru á skrá? Tímin.fo gevur tær yvirlitið yvir øll tey spennandi tiltøkini í kommununi.
Talan er fyrst og fremst um pláss í vøggustovuni og barnagarðinum í Kongagøtu, meðan pláss í Miðstovninum í Realskúlanum væntandi verða boðin út seinni. Les meira her:
Fleiri dagstovnapláss tøk í Miðstovninum eftir summarfrítíðina
Frá jólaaftan til nýggjársdag verður húsarhaldsrusk heintað vanligu støðini fríggjadagin 27. december og mánadagin 30. december. Um ruskið rúgvar ov nógv upp við hús, er møguleiki at fara á Endurnýtsluna við tí, ella seta ein eyka posa út til ruskinnsavnanina at taka.
Nú ber aftur til at søkja um stuðul til filmsframleiðslu frá Tórshavnar kommunu. Endamálið við at lata henda stuðul er at skapa betri umstøður hjá teimum, sum fáast við filmsvinnu í høvuðsstaðnum við tí fyri eyga at menna filmsvinnuna sum eina týðandi vinnugrein.
Umsóknarfreistin er 24. januar 2025.
Ársins átak er eitt dømi um nýhugsan og inklusjón á demensøkinum, sum hevur verið gevandi fyri øll, sum hava verið við. Gleðin við at kunna vera partur av nøkrum størri er sjónligur millum búfólkini, og tí er Ársins átak 2024 samstarvið millum Vaskaríið og Boðalon á Boðanesheiminum
Um jólini og árskiftið verða fylgjandi broytingar í ferðaætlanini hjá Bussleiðini.
Týsdagin 12. november 2024 er kommunuval, skúlastýrisval og val til staðbundnar nevndir. Her er alt, tær tørvar at vita um brævatkvøður, valstøð, valdagin og mannagongdir í sambandi við valið.
Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. november 2024 uppskot um endurskoðan av byggisamtyktini fyri Hest.