Bygging


Tíni hús og títt stykki – hvat er galdandi?

Eigur tú hús, ella umhugsar tú at keypa hús í Tórshavnar kommunu, er hent at kenna tey praktisku viðurskiftini, sum hava týdning fyri hús- og jarðareigarar. Á síðu okkara »Tíni hús og títt stykki« kanst tú leita fram viðkomandi kunning um millum annað runnar og girðingar, kavarudding, drekkivatn og kloakk, byggisamtyktir og parkeringsviðurskifti.

Tíni hús og títt stykki

Leitar tú eftir byggisamtykt?

Títt grannalag er skipað sambært almennu byggisamtyktini og møguliga eisini einari serstakari byggisamtykt. Hesar kunnu seta mørk fyri tína bygging. Gev gætur, at tín ogn eisini kann vera friðað ella varðveitingarverd.

Byggisamtyktir í Tórshavnar kommunu

Kunna teg um byggireglurnar

Føroyska bygningskunngerðin BK17 er galdandi fyri alla bygging. Skalt tú til dømis byggja nýggj hús, umvæla, byggja um, byggja afturat, broyta nýtsluna ella taka bygning niður, so er umráðandi, at tú fylgir bygningskunngerðini. Í faldara okkara um sethúsabygging kanst tú harafturat kunna teg um mong onnur viðurskifti, sum eisini eru viðkomandi, tá tú byggir.

Bygningskunngerðin 2017 (landsverk.fo)

Faldarin »Sethúsabygging«

Byggimálsdeildin
Byggimálsdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

Les um Byggimálsdeildina


torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15