Lurta

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

Í kommununi gera vit framhaldandi veg- og grevstrararbeiði. Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um, hvørji verklagsarbeiði eru í gongd ella ávegis. Her sært tú eisini ferðsluavmarkingar í sambandi við til til dømis tiltøk og hátíðarhald.

Dagført 16. mai 2024

Finn vegarbeiði á korti

Á kortinum niðanfyri sært tú øll graviloyvini, sum eru latin í løtuni. Graviloyvini, ið eru frámerkt við reyðum, eru loyvi, har arbeiðið er farið í gongd. Eitt gult graviloyvi merkir hinvegin, at arbeiðið ikki er byrjað. Trýstir tú á einstaka graviloyvið, fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum. Á kortinum ber eisini til at tendra fyri lag og síggja, hvørji graviloyvi eru givin seinasta árið frá í dag at rokna. 

 

Vís kort í fullari stødd



Yvirlit yvir veg- og grevstrararbeiði í gerð
13. mai 2024 til 11. juni 2024: Arbeiði á Hoyvíksvegnum

13. mai 2024 byrja vit at arbeiða á Hoyvíksvegnum. Í hesum sambandi verður eingin gjøgnumkoyring eftir Hoyvíksvegnum frá A.C. Evensensgøtu og niðan til Gripsvegin millum kl. 9-12 og 13-15 mánadagar, týsdagar og hósdagar fram til 11. juni 2024. Í hesum tíðarskeiðunum verður viðmælt teimum, sum búgva á A.C. Evensensgøtu, Sólteigi og á Lutzenstrøð at seta bilin aðrastaðni í nærumhvørvinum.

27. februar 2024 til 20. juli 2024: Avgrevstur á ríðibreytini í sambandi við vegagerð

Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli 2024.

Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.

Frá 9. februar 2023: Ferðsluteljingar í Tórsgøtu

Hósdagin 9. februar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Frá 5. januar 2023: Ferðsluteljingar við upptøkutólum við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur

Frá hósdegnum 5. januar 2023 ger kommunan ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Vit halda eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15