Kom og rudda 8. og 11. mai
Kom og rudda 8. og 11. mai

Í mai taka vit aftur eitt tak fyri náttúru okkara. Freistin at tekna seg til ruddingardagarnar er fríggjadagin 10. mai.

Kunna teg um ruddingardagarnar og melda til her:

Ruddingardagar 2024
Finn tiltakið á Tímanum
Finn tiltakið á Tímanum

Vilt tú vita, hvat tú kanst fara til um dagarnar?

So er at brúka tiltakskalendaran Tímin, ið er gjørdur til tað sama.

Tiltakskalendarin tímin (tímin.fo)
Lurta
Loyvi
Hýruvognsloyvi til Auto leyst at søkja

Eitt hýruvognsloyvi knýtt at bilstøðini Auto er leyst at søkja. Umsóknarfreistin er 29. apríl 2024 kl. 12. Les meira og søk her:

Søk um hýruvognsloyvi

Talgild sjálvgreiðsla
Nú ber til at skriva børn upp til Lonirnar í Hoydølum

Nú ber aftur til at ynskja pláss í Lonunum í Hoydølum. Heitt verður á øll foreldur um skjótast gjørligt at skriva barn teirra á bíðilista til upp til fýra dagstovnar og at raðfesta stovnarnar eftir ynski. Foreldur kunnu avgreiða innskrivingina her: 

Skriva upp til dagstovnapláss

Kommunalar útstykkingar
Nýggj útstykking á Velbastað

Tórshavnar býráð hevur samtykt, at kommunan skal fara undir samráðingar við arbeiðstakara um útstykkingina við Ervaveg á Velbastað. Tá ið samráðingarnar eru komnar uppá pláss, verður verkætlanin lýst nærri við tekningum, tíðarætlan og mettum kostnaði fyri grundstykkini. Síðan verður latið upp aftur fyri endaligum tilmeldingum til lutakastið um grundstykkini.

Nýggj útstykking á Velbastað

MENTAN OG FRÍTÍÐ
Hvat hendir í Tórshavnar kommunu?

Skipar tú fyri ella hevur tú áhuga fyri ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki, skating, upplestri, borðspølum ella øðrum spennandi virksemi, ja so er tað Tímanum, tú skalt halda eyga við. Tímin er nýggi kalendarin, ið vísir tær, hvørji tiltøk og ítriv eru á skrá í Tórshavnar kommunu.

Tímin (timin.fo)

Brúkaragjøld
Kommunan dagførdi gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024

Á býráðsfundi 23. november 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum. Les meira um dagføringina av gjøldunum fyri eldratænasturnar her:

Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
18. apríl 2024
Hugnaløta fyri sjálvbodnum

Í gjárkvøldið skipaði Tórshavnar kommuna fyri hugnaløtu fyri sjálvbodnum í Tórshavnar kommunu.

17. apríl 2024
Sløkk tostan og tendra tilvitið: Umhvørvisvikan 2024 snýr seg um vatn

Leygardagin 4. mai byrjar umhvørvisvikan, sum í ár snýr seg um vatn. Skráin er á tremur við tiltøkum fyri borgarar í øllum aldrum. Boðið verður til rundvísingar á vatnverkinum í Villingadali og á Føroya Sjósavni, umhvørvisveiðu, túrar til gongu og í bátum av ymsum slag, barnabio, mat- og plantumarknað, virkisvitjan, filmssýning, fyrilestrar og mangt annað.

17. apríl 2024
Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum

Seinnapartin varð Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum. Tunnilin er góðar 1800 metrar til longdar og 10,5 metrar breiður.

17. apríl 2024
Eldraleikir í dag

Fyrrapartin byrjaðu eldraleikirnir í Tórshavnar kommunu. Talan er um ein serligan eldradag, har heimabúgvandi pensjóninstar í Tórshavnar kommunu kunnu koma til ein stuttligan og aktivan dag við ymiskum kappingum og fáa ein bita aftaná.

17. apríl 2024
Vegamótið Atlagøta og Løgmannabreyt stongt í kvøld kl. 18-6

Vegamótið Løgmannabreyt og Atlagøta er stongt mikukvøldið 17. apríl klokkan 18 til hósmorgunin 18. apríl klokkan 6 í sambandi við asfaltering. Meðan arbeiðið fer fram, koyrir leið 1 ikki eftir Løgmannabreyt, men eftir Karlamagnusarbreyt heilt niðan til Rólantsgøtu og víðari eftir ferðaætlanini.

16. apríl 2024
Húsareynstunnilin skotin ígjøgnum í morgin

Í morgin, mikudagin tann 17. apríl 2024 kl. 15 verður Húsareynstunnilin sprongdur ígjøgnum.

 

 

Umhvørvisvikan 2024
Umhvørvi
Umhvørvisvikan 2024

Leygardagin 4. mai byrjar umhvørvisvikan, sum í ár snýr seg um vatn. Her kanst tú lesa skránna, tekna teg til mongu spennandi tiltøkini og kunna teg nærri um evnið í ár.

Ruddingardagar 2024
Umhvørvi
Ruddingardagar 2024

Í mai skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er fríggjadagin 10. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.

Býarlundin verður gjørd
Býarmenning
Býarlundin verður gjørd

Arbeiðið at gera nýggju býarlundina í miðbýnum er byrjað. Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini um at gera eina grøna gongugøtu og býarlund. Býarlundin verður eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri 2024.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 13a, Norðradalur

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 21. mars 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 13b, Norðradalur og part av matr. nr. 13a, Norðradalur.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 313a og 107a, Kollafjørður

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. januar 2024 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 313a og 107a, Kollafjørður.

Almenn hoyring
Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 1156, 1157 og 1160a, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. februar 2024 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 1156 og part av matr. nr. 1157 og 1160a, Tórshavn, frá D1 og 4. grundumráði til D2, treytað av loyvum frá friðingarmyndugleikum.