Lurta

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

Í kommununi gera vit framhaldandi veg- og grevstrararbeiði. Á hesari síðuni kanst tú kunna teg um, hvørji verklagsarbeiði eru í gongd ella ávegis. Her sært tú eisini ferðsluavmarkingar í sambandi við til til dømis tiltøk og hátíðarhald.

Dagført 2. mai 2024

Finn vegarbeiði á korti

Á kortinum niðanfyri sært tú øll graviloyvini, sum eru latin í løtuni. Graviloyvini, ið eru frámerkt við reyðum, eru loyvi, har arbeiðið er farið í gongd. Eitt gult graviloyvi merkir hinvegin, at arbeiðið ikki er byrjað. Trýstir tú á einstaka graviloyvið, fært tú nærri upplýsingar um arbeiðið á staðnum. Á kortinum ber eisini til at tendra fyri lag og síggja, hvørji graviloyvi eru givin seinasta árið frá í dag at rokna. 

 

Vís kort í fullari stødd



Yvirlit yvir veg- og grevstrararbeiði í gerð
2. mai 2024 til 3. mai 2024: Asfaltering í R.C. Effersøes gøtu

Eystara vegbreyt á R. C. Effersøesgøtu verður stongd frá Húsagøtu niðan til Gundadalsvegin frá hóskvøldinum 2. mai klokkan 22 til fríggjamorgunin 3. mai klokkan 6. Vegbreytin verður stongd í sambandi við asfaltering.

3. mai 2024 til 4. mai 2024: Ferðsluavmarkingar í miðbýnum í sambandi við tiltøk

Fleiri vegir eru stongdir í miðbýnum í sambandi við tiltøkini »Ein dagur á Grynnuni« og »Plantið eitt træ« í vikuskiftinum. Talan er um hesar vegir og klokkutíðir:

  • Fríggjadagin 3. mai kl. 12 fram til leygardagin 4. mai kl. 19 er Tórsgøta stongd frá Mariu Poulsen oman til Vágsbotn

  • Fríggjadagin 3. mai kl. 16 fram til leygardagin 4. mai kl. 14 er parkeringsplássið frammanfyri ráðhúsið stongt

  • Leygardagin 4. mai kl. 8 fram til kl. 19 eru Mylnugøta, Undir Bryggjubakka og Vágsbotnur yvir til Bøgøtu stongdar

  • Leygardagin 4. mai kl. 8 fram til kl. 14 er Niels Finsens gøta stongd frá Sverrisgøtu oman til Vaglið

22. apríl 2024 til 4. mai 2024: Tinghúsvegurin stongdur í sambandi við útskifting av glasplátum

Tinghúsvegurin er stongdur frá Vaglinum niðan til Bøkjarabrekku klokkan 8-17 frá mánadegnum 22. apríl til leygardagin 4. mai. Vegurin verður stongdur í sambandi við útskifting av glasplátum á løgtingsbygninginum.

Koyrandi er aftaná kl. 17 gerandisdagar og í vikuskiftunum.

6. mai 2024 til 10. mai 2024: Tinghúsvegurin stongdur í sambandi við útskifting av glasplátum

Mánadagin 6. mai 2024 byrjar næsta byggistig í umvælingini av løgtingsbygninginum. Tinghúsvegurin verður i hesum sambandi stongdur frá Nólsoyar Páls gøtu til Bøkjarabrekku allar yrkadagar kl. 8-17 frá mánadegnum 6. mai til fríggjadagin 10. mai.

23. apríl 2024 til 3. juni 2024: Ferðslubroytingar í Niels Finsens gøtu í sambandi við umvæling

Ferðslan er broytt í Niels Finsens gøtu millum Vaglið og Káta Hornið í sambandi við umvælingina av Tinghúsbygninginum. Broytingarnar eru galdandi frá 23. apríl 2024 til 3. juni 2024:

  • Parkeringsmøguleikar eru við Ráðhúsið á Vaglinum
  • Vørukoyring kann fara fram frá Býráðssalinum og niðan til Káta Hornið og Steinatún
  • Parkeringsforboð er frá Býráðssalinum og niðan til Káta Hornið

27. februar 2024 til 20. juli 2024: Avgrevstur á ríðibreytini í sambandi við vegagerð

Í sambandi við at vegur verður gjørdur til munnan á Húsareynstunlinum, er neyðugt at grava ríðibreytina av. Arbeiðið byrjar 27. februar 2024. Tá ið arbeiðið er liðugt, verður ríðibreytin afturgjørd. Reetableringin er væntandi liðug 20. juli 2024.

Fólk, ið ynskja at ganga ella renna á rossagøtuni, kunnu koyra út í Havnardal ella longur niðan á Oyggjarvegin fyri at sleppa framat Rossagøtuni.

27. september 2023 til 6. mai 2024: Arbeiði í Tórsgøtu

Kommunan fór 27. september 2023 undir at dagføra Posthúskjallaran í Tórsgøtu. Arbeiðið varir til 6. mai 2024 og kemur viðhvørt at ávirka ferðsluna í Tórsgøtu, meðan bygt verður. Millum annað verða parkeringspláss og øki framvið posthúskjallaranum stongd, tá tað er neyðugt.

13. november 2023 og fram: Broytt parkeringsviðurskifti á Per Mohrs vegi

Frá 13. november 2023 eru parkeringsmøguleikarnir á Per Mohrs vegi og við Býlingshúsið vesturi á Flat broyttir.

Parkeringsøkini og galdandi tíðaravmarkingarnar sært tú á parkeringskortinum hjá Tórshavnar kommunu:

Frá 9. februar 2023: Ferðsluteljingar í Tórsgøtu

Hósdagin 9. februar 2023 byrjaði kommunan at gera ferðsluteljingar á parkeringsplássinum við Tórsgøtu.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Frá 23. januar 2023: Parkeringsforboð í norðara parti av ítróttarøkinum í Gundadali

Fyri at tryggja at tað altíð er gjørligt hjá neyðsendarbilum at sleppa framat, er parkeringsforboð lýst fyri norðara part av ítróttarøkinum í Gundadali.

Tað vil siga, at tað bert er loyvt at parkera á merktum parkeringsbásum innanfyri økið á myndini.

Frá 5. januar 2023: Ferðsluteljingar við upptøkutólum við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur

Frá hósdegnum 5. januar 2023 ger kommunan ferðsluteljingar við vegamótið Hvítanesvegur/Eystari Ringvegur. Vit halda eisini fram við ferðsluteljingunum við rundkoyringina á Hálsi.

Ferðsluteljingarnar verða gjørdar við rørslusensitivum upptøkutólum. Talan er ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing, har myndin verður strikað aftaná 0,2-0,4 sekund, tá upptøkan er vorðin til dulnevnd hagtøl.

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu. Vit skelta eisini á staðnum, soleiðis at tað sæst, at vit gera hagtalsteljingar.

Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.

Tekniska deild
Tekniska deild

Niels Finsens gøta 17, 3. hædd
100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9-16
Fríggjadag9-15