Ferðavinna

Av øllum kommununum í Føroyum tekur Tórshavnar kommuna móti flest ferðafólkum. Sum høvuðsstaður er tí týdningarmikið at veita røttu karmarnar, soleiðis at ferðavinnan støðugt kann mennast og gerast ein natúrligur partur av kommununi. Tórshavn eigur at ganga á odda í at  menna og skapa eina burðardygga ferðavinnu fyri at tryggja eitt kappingarført ferðamál - eisini í framtíðini.

Á hesari síðuni kanst tú lesa um ferðavinnupolitikkin og menningarætlanirnar hjá Tórshavnar kommunu á ferðavinnuøkinum. Her sært tú eisini, hvussu tú kanst søkja um stuðul til vinnuferðavinnutiltøk.



Ferðavinnur
Vinnuferðavinna

Tórshavnar kommuna hevur sett sær fyri at gerast ein vinnuferðavinnubýur. Kommunan gjørdi í 2018 samstarvsavtalu við Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn um vinnuferðavinnu fyri 2019-21. Við at styrkja samstarvið skal vinnuferðavinnan økjast. Endamálið við samstarvsavtaluni er at fáa fleiri vinnuferðavinnutiltøk til Tórshavn. Hetta skal gerast í samstarvi við vinnuna.

Fyri at fáa fleiri vinnuferðavinnutiltøk til kommununa kunnu fyriskiparar av vinnuferðavinnutiltøkum søkja um móttøkur ella stuðul til tiltøk. Kommunan hevur gjørt eina reglugerð, sum ásetur treytir fyri at søkja um móttøku ella stuðul.

Fyri at søkja um stuðul, skalt tú senda eina umsókn í telduposti til vfv@torshavn.fo. Krøv til umsóknina finnur tú í reglugerðini fyri vinnuferðavinnu. Verður tiltakið játtað stuðul, kunnu Tórshavnar kommuna, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands biðja um, at ein eftirmeting skal gerast.

Reglugerðin fyri vinnuferðavinnu

Cruise-ferðavinna

Tórshavn er eitt av best umtóktu støðunum í Norðuratlantshavinum hjá cruise-skipum at vitja. Tórshavnar havn umsitur cruise-ferðavinnuna í Tórshavn. Á heimasíðuni hjá Tórshavnar havn sært tú, hvørji cruise-skip hava bílagt pláss, og nær.

Tórshavnar havn arbeiðir saman við Visit Tórshavn um eina cruise-ætlan, sum millum annað hevur til endamáls at fáa cruise-ferðafólk til at leggja meira eftir seg.

Í 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eina ferðafólkakanning um, hvussu nógv, ymiskir bólkar av ferðafólki leggja eftir seg.

Heimasíðan hjá Tórshavnar Havn

Kanningin um Cruise-ferðafólk 2019

Kunningarstovur
Visit Tórshavn

Visit Tórshavn er partur av "Felagnum Tórshavn", sum hevur til endamáls at virka fyri at miðsavna og veita upplýsingar um býin og virksemi í býnum til borgarar og ferðafólk.

Endamálið hjá Visit Tórshavn er at arbeiða ítøkiliga við ferðavinnu, marknaðarføring, marking av Tórshavn og menning av vinnuferðavinnu.

Harumframt virkar Visit Tórshavn fyri at kunna og menna ferðavinnuna í kommununi og at kunna um Tórshavn bæði innan- og uttanlands. Hetta gera vit millum annað við skráum, ið kunna borgarum og ferðafólkum um, hvat fer fram innan mentan og annað, sum kann hava almennan áhuga.

Sambært viðtøkunum hevur nevndin fyri Felagið Tórshavn fimm limir. Tórshavnar kommuna hevur valt tveir av limunum í nevndini. Viðtøkurnar og nevndina hjá Felagnum Tórshavn finnur tú á heimasíðuni hjá visit Tórshavn.

"Tann deiliga Havn" og "What’s on" vísa á komandi tiltøk, upplivingar, matstøð og annað.

Viðtøkurnar fyri Felagið Tórshavn (visittorshavn.fo)

Nevndin hjá Felagnum Tórshavn (visittorshavn.fo)

Heimasíðan hjá Visit Tórshavn

Visit Tórshavn á Facebook

Visit Tórshavn á Instagram

Visit Nólsoy

Virksemið hjá Visit Nólsoy er at reka kunningarstovuna á oynni og at kunna um ferðavinnu og ferðavinnutiltøk. Harumframt virkar Visit Nólsoy fyri menningini av ferðavinnutiltøkum á oynni í tøttum samstarvi við nólsoyingar og ferðavinnuna.

Visit Nólsoy hevur opið í tíðarskeiðnum 1. mai til 31. august. Á ólavsøku er stongt.

Facebooksíðan hjá Visit Nólsoy

Ferðavinnupolitikkur

Ferðavinnan í Tórshavnar kommunu hevur ment seg nógv seinastu árini.

Býráðið samtykti 25. mai 2022 nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, sum fevnir um árini 2022 til 2026. Grundtankin í ferðavinnupolitikkinum er, at lokalur trivnaður og ferðavinna ganga hond í hond.

Ferðavinnupolitikkurin hevur heitið »Fólk og ferðavinna lið um lið« og fevnir um tilsamans 26 átøk, sum mælt verður til at fremja komandi árini. Kjarnin í politikkinum er, at tað fyrst og fremst skal vera gott at búgva í Tórshavnar kommunu, og at kommunan altíð skal stremba eftir, at lokali trivnaðurin og ferðavinnan ganga hond í hond.

Í 2019 samtykti býráðið eina menningarætlan fyri ferðavinnu í Kirkjubø. Og í 2020 kom út faldari við ferðavinnuætlanini fyri Nólsoy.

Menningarætlanin vísir á seks átaksøki. Fleiri myndugleikar og partar hava ábyrgd innan hesi øki. Tískil er neyðugt at samstarva og raðfesta.

Í 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eina ferðafólkakanning. Kanningin vísir millum annað hvussu nógv, ymiskir bólkar av ferðafólki leggja eftir seg.

Ferðavinnupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026

Menningarætlanin fyri ferðavinnu í Kirkjubø

Ferðavinnuætlan fyri Nólsoy

Ferðafólkakanning 2019