Ferðavinnupolitikkur
Ferðavinnan í Tórshavnar kommunu hevur ment seg nógv seinastu árini.
Býráðið samtykti 25. mai 2022 nýggjan ferðavinnupolitikk fyri Tórshavnar kommunu, sum fevnir um árini 2022 til 2026. Grundtankin í ferðavinnupolitikkinum er, at lokalur trivnaður og ferðavinna ganga hond í hond.
Ferðavinnupolitikkurin hevur heitið »Fólk og ferðavinna lið um lið« og fevnir um tilsamans 26 átøk, sum mælt verður til at fremja komandi árini. Kjarnin í politikkinum er, at tað fyrst og fremst skal vera gott at búgva í Tórshavnar kommunu, og at kommunan altíð skal stremba eftir, at lokali trivnaðurin og ferðavinnan ganga hond í hond.
Í 2019 samtykti býráðið eina menningarætlan fyri ferðavinnu í Kirkjubø. Og í 2020 kom út faldari við ferðavinnuætlanini fyri Nólsoy.
Menningarætlanin vísir á seks átaksøki. Fleiri myndugleikar og partar hava ábyrgd innan hesi øki. Tískil er neyðugt at samstarva og raðfesta.
Í 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna saman við Tórshavnar havn, Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn eina ferðafólkakanning. Kanningin vísir millum annað hvussu nógv, ymiskir bólkar av ferðafólki leggja eftir seg.
Ferðavinnupolitikkur fyri Tórshavnar kommunu 2022-2026