Søk um skeinkiloyvi

Rekur tú virksemi, og ætlar tú tær at selja rúsdrekka til tíni viðskiftafólk, mást tú útvega tær eitt skeinkiloyvi. Loyvisnevndin samskipar umsóknir um skeinkiloyvi og skrivar út loyvini.

Fyri at Loyvisnevndin kann játta tær skeinkiloyvi, skal títt virksemi lúka fleiri almennar treytir um heilsufrøðilig viðurskifti, brunatrygd og umhvørvisvernd.



Hvussu søki eg skeinkiloyvi?

Tú fyllir út eitt umsóknarblað, sum tú kanst útvega tær frá Loyvisnevndini. Tú fært neyvari leiðbeining um mannagongdina, tá tú vendir tær til Loyvisnevndina eftir umsóknarblaðnum.

Kunna teg nærri við at senda Loyvisnevndini eitt teldubræv til loyvisnevndin@rusan.fo ella við at ringja til Loyvisnevndina á telefon 34 04 00. Loyvisnevndin svarar mánadag til hósdag klokkan 8-15 og fríggjadag klokkan 8-14.

Heimasíðan hjá Loyvisnevndini (loyvisnevndin.fo)

Skeinkiloyvið skal endurnýggjast, áðrenn tað gongur út

Minst til, at tú mást søkja um endurnýggjan av loyvinum tríggjar mánaðar áðrenn, skeinkiloyvið gongur út.

Somuleiðis noyðist tú at søkja av nýggjum, um tíni viðurskifti ella virksemi broytast. Ein broyting kann til dømis vera, at virkið ella felagið skiftir eigara, tit stovna nýtt partafelag, flyta ella byggja um.