Almenn loyvi skulu endurnýggjast
Minst til, at tú skalt søkja um endurnýggjan av loyvinum tríggjar mánaðar áðrenn, loyvið gongur út. Somuleiðis skalt tú søkja av nýggjum, um viðurskiftini í fyritøkuni ella felagnum broytast, til dømis um tit skifta eigara, stovna nýtt partafelag, flyta ella broyta innrættingina av hølunum.
Niðanfyri finnur tú eitt yvirlit yvir mannagongdina, tá tú søkir um alment loyvi. Gev gætur, at hetta yvirlitið er bara eftirfarandi, um tú letur fútanum kommunalu váttanina og umsóknina um alment loyvi samstundis.
Tá kommunan hevur fingið tína umsókn, viðger Byggi- og umhvørvisdeildin øll tey kommunalu viðurskiftini, sum eru viðkomandi fyri títt virksemi. Talan kann til dømis vera um byggiviðurskifti, ferðsluviðurskifti, umhvørvisatlit, spillvatnsviðurskifti, býarskipanarviðurskifti og øll viðkomandi viðurskifti annars, áðrenn vit lata tær eina skrivliga váttan.
Vit kanna eisini, um skjøl mangla. Tá vit hava fingið øll skjølini frá tær, gera vit avtalu við teg um eftirlit.
Kommunan ger eftirlit á staðnum og sendir tær síðan eina eftirlitsfrágreiðing við møguligum krøvum um tillagingum, sum mugu gerast, áðrenn vit kunnu lata tær váttanina.
Tú gert kravdu tillagingarnar og boðar kommununi frá, tá viðurskiftini eru komin í rættlag.
Tá kommunan og Arbeiðseftirlitið eru liðug at eftirkanna umstøðurnar og viðurskiftini, senda kommunan og arbeiðseftirlitið hvør sær tilmæli til fútan.
Fútin skrivar út endaligt loyvi, sum er galdandi í fýra ár.