Fyribyrgjandi venjing í FIMI

Er tín virkisførleiki skerdur, ella er tín heilsustøða broytt, soleiðis at tú hevur trupult við at megna gerandisdagin, kanst tú søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI. Fyribyrgjandi venjingin er skipað sum eitt bólkatilboð, ið samantvinnir tíni fatanarevni og tínar kropsligu, sálarligu og sosialu førleikar.

Søk um fyribyrgjandi venjing í FIMI á Vanganum

Rita inn við Samleikanum. Á Vanganum skalt tú fylla út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Soleiðis søkir tú um fyribyrgjandi venjing í FIMI
Hvør kann fáa fyribyrgjandi venjing í FIMI?

Tú kanst søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI, um tú ert fólkapensjonistur í Tórshavnar kommunu og hevur tørv á at styrkja tínar kropsligu førleikar í einum sosialum felagsskapi.

Fyri at vit kunnu játta tær fyribyrgjandi venjing í FIMI, er neyðugt, at tú:

  • Sjálv megnar at koma til og frá FIMI
  • Megnar at koma niður á gólvið og upp av gólvinum sjálvstøðugt
  • Megnar at røra teg uttan fleiri steðgir. Tað er í lagi at nýta høkju, stav ella rollator
  • Hevur hug til sosiala samveru saman við hinum luttakarunum
Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja á Vanganum.

Søk um fyribyrgjandi venjing í FIMI

Á Vanganum skalt tú fylla út umsóknarblaðið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um fyribyrgjandi venjing í FIMI.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.

Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur søkt, setur ein terapeutur seg í samband við teg, og saman gera vit eina meting um, hvørt fyribyrgjandi venjing í FIMI er rætta tilboðið til tín. Eisini meta vit um, hvørt tú hevur tørv á øðrum tænastum, ið terapeuttoymið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni veita.

Terapeuttoymið í Heilsu- og umsorganartænastuni tekur støðu til, um vit kunnu játta tær fyribyrgjandi venjing í FIMI. Játtanin er tengd av, at tú lýkur treytirnar fyri at fáa tænastuna.

Tá vit hava viðgjørt tína umsókn, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.

Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um fyribyrgjandi venjing í FIMI« í evnisteigin.

Umsókn um fyribyrgjandi venjing í FIMI

Hent at vita um fyribyrgjandi venjing í Fimi
Hvørji eru endamálini við venjingini?

Endamálini við fyribyrgjandi venjingini í FIMI eru:

  • At stuðla undir og fremja góða heilsu
  • At stimbra kropskensluna
  • At økja um lívsgóðskuna
  • At lætta um gerandisdagin
  • At halda sosialar førleikar við líka
Hvussu sær eitt venjingarskeið út?

Venjingin er skipað sum bólkavenjing við í mesta lagi 20 luttakarum. Venjingartíðarskeiðið er 10 vikur. Vit venja í FIMI fyrrapart týsdagar og hósdagar.

Eina ferð um vikuna hava vit drekkamunn eftir venjingina. Luttakararnir skiftast um at hava okkurt afturvið.

Hvat skal eg hava við mær til venjing?

Tá tú kemur til venjing, skalt tú vera í klæðum og skóm, sum eru góð at røra seg í.

Kostnaður

Hvørt venjingarskeið varir í 10 vikur. Kostnaðin fyri hvørt venjingarskeið finnur tú á leinkjuni niðanfyri um brúkaragjøld.

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Hvussu gevi eg avboð?

Fært tú ikki møtt upp til venjingina, skalt tú skjótast gjørligt geva avboð við at ringja til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella til kontaktpersónin, sum vit hava upplýst tær.

Samband

Vilt tú vita meira um fyribyrgjandi venjing í FIMI, kanst tú ringja til Heilsuhúsið í Hoyvík. Vit svara tínum spurningum og vegleiða teg fegin, so tú kanst fáa eitt tilboð, ið hóskar til tín tørv.

Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 – 15.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo