Endurvenjing til heimabúgvandi

Endurvenjing er til tín, sum hevur tørv á at endurvenja førleikar. Hetta kann til dømis vera, um tú hevur verið innløgd á sjúkrahúsi og ert liðugt viðgjørd, men hevur tørv á framhaldandi endurvenjing. Hetta kann eisini gerast galdandi, um tú hevur verið sjúk, ert viknað, hevur pínu ella ert í vanda fyri at missa førleikar og hevur ilt við at megna gerandisdagin á sama hátt sum áður.

Søk um endurvenjing á Vanganum

Rita inn við Samleikanum. Á Vanganum skalt tú fylla út umsóknarskjalið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um endurvenjing. 

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Ergo- og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni veita endurvenjing til
fólkapensjónistar. Endurvenjing er miðvís, tíðaravmarkað og samskipað venjing við tí endamáli at venja tínar førleikar aftur ella at læra teg nýggjar hættir, sum gera teg føra fyri at hava ein virknan gerandisdag.

Vit veita tvey endurvenjingartilboð:

  • Endurvenjing sum einstaklingavenjing
  • Endurvenjing í bólki

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)



Soleiðis søkir tú um endurvenjing
Hvussu søki eg?

Hevur tú Samleikan, skalt tú søkja um endurvenjing á Vanganum.

SØK UM ENDURVENJING Á VANGANUM

Á Vanganum skalt tú útfylla umsóknarblaðið »Umsókn um ergo- og fysioterapi« og viðmerkja, at tú ynskir at søkja um endurvenjing.

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tað er ein fyrimunur at søkja á Vanganum, tí samskiftið á Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika fyri at fylgja við í viðgerðargongdini.

Heimasíðan hjá Samleikanum (samleikin.fo)

Hvat hendir, tá eg havi søkt?

Tá tú hevur søkt um endurvenjing, setur ein terapeutur seg í samband við teg og ger eina førleikameting. Soleiðis meta vit um, hvat tilboð hóskar best til tín tørv. Samstundis metir terapeuturin um, hvørt tú hevur tørv á øðrum tænastum, sum terapeuttoymini hjá Heilsu- og umsorganartænastuni veita.

Tá vit hava viðgjørt tína umsókn, fært tú svar á Vanganum og í MínBoks.

Eg havi trupult við at nýta talgildar tænastur

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn. Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um endurvenjing« í evnisteigin.

Umsókn um endurvenjing

Um endurvenjing
Hvør kann fáa endurvenjing?

Tú skalt vera fólkapensjonistur fyri at fáa endurvenjing frá Heilsu- og umsorganartænastuni.

Endurvenjing er til tín, sum hevur verið innløgd á sjúkrahúsi og ert liðugt viðgjørd, men hevur tørv á framhaldandi endurvenjing. Í hesum førum kanst tú fáa eina endurvenjingarætlan frá
sjúkrahúsinum, sum vit síðan framhaldandi venja og menna.

Tú kanst eisini fáa endurvenjing, um tú hevur verið sjúk, ert viknað, hevur pínu ella ert í vanda fyri at missa førleikar og ikki megnar gerandisdagin á sama hátt sum áður. Sostatt kanst tú eftir ynski fáa vegleiðing og hjálp til at endurvenja mistar førleikar.

Hvussu er endurvenjingin skipað?

Tá tú hevur søkt um endurvenjing, meta ergoterapeutar og fysioterapeutar í Heilsu- og umsorganartænastuni um, hvat endurvenjingartilboð hóskar best til tín.

Endurvenjingin er eitt tætt samstarv millum teg, ergoterapeutarnar og fysioterapeutarnar. Sostatt er endurvenjingin samansett. Tí kann vera hent hjá tær at vita, hvussu ergoterapeutarnir og fysioterapeutarnir býta venjingina millum sín.

ERGOTERAPEUTURIN

Ergoterapeuturin hjálpir tær at endurvenja førleikar, sum tú hevur, ella sum tú ert í vanda fyri at missa. Ber ikki til at endurvenja førleikarnar, arbeiða tú og ergoterapeuturin við at tillaga tínar førleikar.

Venjingin hevur sum útgangsstøði, at tú sjálv veitst, hvat hevur týdning, og hvat tú hevur fyri neyðini til at virka í gerandisdegnum. Í hvørjum einstøkum føri tekur terapeuturin hædd fyri í hvønn mun, tú megnar og ynskir at taka lut.

Endurvenjingin kann snúgva seg um at venja førleikarnar aftur, at tillaga gerandisdagin við hjálpartólum ella at læra nýggjar hættir, sum kunnu stuðla uppundir, at tú megnar gerandisdagin.

Venjingin er aloftast heima hjá tær, men kann eisini vera í Heilsuhúsinum í smærri bólkum.

FYSIOTERAPEUTURIN

Fysioterapeuturin hjálpir tær at viðlíkahalda ella endurvinna flest møguligar rørslur, sum tær tørvar fyri at hava ein virknan gerandisdag og eitt virkið lív so leingi, sum gjørligt.

Fysioterapeuturin hjálpir tær at venja styrki, konditión, javnvág og samskipan av vøddum. Venjingarnar hava sum høvuðsmál, at tú skalt hava eina góða kropskenslu, hóast ellisbrek.

Endurvenjingin gongur sum oftast fyri seg í venjingarliðum við umleið átta persónum, sum venja saman. Til ber eisini at fáa endurvenjing heima í styttri tíðarskeið.

Endurvenjing sum einstaklingavenjing

Tá tú fært játtað endurvenjing, setur ein ergo- ella fysioterapeutur seg í samband við teg, so tit kunnu avtala nær og hvussu ofta liggur fyri at venja. Síðan fært tú nærri boð um venjingartíðir- og stað. Tíð á degnum og longd á venjingini kann vera skiftandi.

Vit vænta, at tú:

  • Møtir væl upp
  • Ert í klæðum, tú fært rørt teg í
  • Ert hugagóð og vilt arbeiða miðvíst fyri at røkka málinum, tú hevur sett tær
  • Ikki ert bangin fyri at royna okkurt øðrvísi av og á, tá venjingarnar eru ymiskar

Tá endurvenjingin er liðug, fært tú ráðgeving frá okkum um, hvussu tú sjálv kanst halda fram við at venja.

Endurvenjing í bólki

Endamálið við venjing í bólki er at økja um tína styrki og betra um javnvág og heilsustøðu soleiðis, at tú aftur verður før fyri at liva á tann hátt, sum tú ynskir.

Tá vit venja í bólkum, eru umleið 8 fólk í hvørjum bólki. Ein venjing byrjar sum oftast við, at vit hita upp. Síðan gera vit ymiskar venjingar, sum eru tillagaðar til tín tørv. Vit venja umleið 1 tíma tvær ferðir um vikuna í mesta lagi 10 vikur tilsamans.

Tá vit hava játtað tær endurvenjing, fært tú boð um venjingartíð og stað.

Vit vænta, at tú:

  • Møtir væl upp
  • Ert í klæðum, tú fært rørt teg í
  • Hevur skógvar við, sum sita væl á fótunum og sum eru góðir at ganga í
  • Ert ílatin eftir veðrinum, um vit venja uttandura
  • Ert hugagóð og vilt arbeiða miðvíst fyri at røkka málinum, tú hevur sett tær
  • Ikki ert bangin fyri at royna okkurt øðrvísi av og á, tá venjingarnar eru ymiskar

Tá venjingin er liðug, veita vit ráðgeving um, hvussu tú sjálv kanst halda fram við at venja.

Hvussu gevi eg avboð?

Fyri virknaðin av venjingini er týdningarmikið, at tú venur regluliga. Tí mugu ikki vera ov nógv og stór glopp millum venjingarnar. Av hesi orsøk eigur avboð at vera undantak.

Fært tú ikki møtt upp til venjing, ella liggur ikki fyri at venja saman við okkum við hús, skalt tú skjótast gjørligt geva avboð við at ringja til Heilsuhúsið á tel. 30 20 00 ella til kontaktpersónin, sum vit hava upplýst tær.

Kostnaður

Er venjingin skipað sum einstaklingavenjing, er hon ókeypis.

Venur tú á einum endurvenjingarliði, rindar tú fyri eitt venjingarskeið. Kostnaðin finnur tú á leinkjuni niðanfyri um brúkaragjøld.

Brúkaragjøld í Tórshavnar kommunu

Samband

Hevur tú spurningar um endurvenjing, kanst tú ringja til móttøkuna í Heilsuhúsinum á tel. 30 20 00 og fáa nærri vegleiðing. Telefonin svarar mánadag til hósdag kl. 8 – 15.30 og fríggjadag kl. 8 – 15.

HEILSUHÚSIÐ

Brekkutún 1
188 Hoyvík

Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo

Heilsuhúsið
Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag8-15.30
Fríggjadag8-15.00