Soleiðis søkir tú um eldrabúpláss
Í Tórshavnar kommunu eru átta eldrabústovnar. Talan er um røktarheim, ellisheim og eldrasambýli. Á flestu heimunum eru bæði røktardeildir og demensdeildir. Undantøkini eru Heimið við Vallalíð og Eldrasambýlið oman Mattalág, ið eru heim fyri borgarar við demenssjúku burturav. Á hesari síðuni kanst tú lesa um, hvussu tú søkir pláss.
Søk um búpláss á Vanganum
Rita inn við Samleikanum. Tá tú hevur søkt, fært tú eina kvittan í MínBoks. Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. Tá tú søkir umvegis Vangan kanst tú kunna teg um journalnummar og støðuna á málinum á veitarasíðuni.
Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn og tekur støðu til, um tú fært tillutað eitt búpláss og á hvørjum heimi. Tillutan av búplássi er tengd at plássunum, sum eru tøk.
Fyri at søkja búpláss, mást tú fyrst fylla út eitt talgilt umsóknarskjal á Vanganum, sum tú finnur við at trýsta á grøna knøttin niðanfyri. Tú ritar inn við tínum Samleika.
Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja á Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum.
Tá tú hevur søkt um búpláss, skráseta vit tína umsókn og senda tær eina móttøkukvittan. Síðan setur ein visitator frá Heilsu- og umsorganartænastuni seg í samband við teg fyri at avtala eina heimavitjan.
Á heimavitjanini ger visitator eina førleikametan av tínum tørvi á búplássi. Vit viðmæla, at onkur úr familjuni, ella onkur tú kennir, er hjástaddur, meðan vitjanin fer fram.
Upptøkunevndin fyri búpláss viðger tína umsókn við støði í samrøðuni, umsóknini og øðrum viðkomandi upplýsingum. Tú fært bræv frá Heilsu- og umsorganartænastuni, tá ið nevndin er komin til eina niðurstøðu.
Nýggjar umsóknir verða viðgjørdar á fyrstkomandi upptøkufundi. Upptøkufundur er eina ferð um mánaðin.
Tá tú fært bjóðað búpláss, boðar eindarleiðarin tær frá, hvar tú hevur fingið tillutað eitt pláss. Í samrøðuni kunna vit teg um, at tú hevur tríggjar dagar at umráða teg í, áðrenn tú takkar ja ella nei til plássið. Vit senda tær eisini eina skrivliga váttan um, at tín umsókn um búpláss er gingin á møti.
Takkar tú ja til búplássið, ger deildarleiðarin á bústovninum avtalu við teg um, nær tú flytur inn. Tú kanst kunna teg nærri um, hvussu innflytingin fer fram, og hvat tú skalt minnast til at gera í sambandi við flytingina, á síðuni hjá tí heiminum, tú hevur fingið pláss á.
Tú kanst eisini velja at takka nei til búplássið. Vit kunnu tó ikki veita tær trygd fyri, nær eitt annað búpláss verður tøkt til tín.
Tú kanst kæra avgerðina hjá Upptøkunevndini fyri Búpláss. Hetta skalt tú gera innan fýra vikur frá tí degi, tú hevur móttikið avgerðina. Tórshavnar kommuna skal hava móttikið kæruna, áðrenn freistina.
Kæran skal sendast í brævi ella telduposti til Heilsuhúsið hjá Heilsu- og umsorganartænastuni:
HEILSUHÚSIÐ
Brekkutún 1
188 Hoyvík
Postboks 3099
Tel. 30 20 00
heilsuhusid@torshavn.fo
Upplatingartíðir:
Mánadag til hósdag kl. 8-15.30
Fríggjadag kl. 8-15
Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan ella Samleikan, kanst tú fylla út umsóknina niðanfyri og senda hana til heilsuhusid@torshavn.fo ella lata hana inn á Snarskivuni á Vaglinum 11 í Tórshavn.
Sendir tú umsóknina inn sum teldubræv, skalt tú minnast til at viðmerkja »Umsókn um búpláss« í evnisteigin.