Búpláss til fólk við breki ella sálarligum trupulleikum
Ert tú 18 ár ella eldri, og hevur tú sálarligar trupulleikar ella niðursettan virkisførleika, kanst tú hava tørv á serstøkum búplássi. Almannaverkið varðar av búplássum til borgarar, sum annaðhvørt hava sálarligar trupulleikar ella niðursettan virkisførleika.
Tú kanst kunna teg nærri um tínar møguleikar á heimasíðuni hjá Almannaverkinum. Á heimasíðuni kanst tú leita eftir búplássi við at velja slag av búplássi, málbólk og øki. Tú kanst til dømis leita eftir »sambýli«, »sálarsjúka« ella »Tórshavn« fyri at leita fram øll sambýli fyri sálarsjúk í Tórshavn.
Tú kanst eisini venda tær beinleiðis til Almannaverkið:
ALMANNAVERKIÐ
Staravegur 18
110 Tórshavn
Niðanfyri finnur tú eitt stutt yvirlit yvir sløgini av vardum búplássum í Tórshavnar kommunu. Leinkini beina øll til leitiskipanina hjá Almannaverkinum.
Bú- og viðgerðartilboð eru bæði til børn og vaksin, ið hava víðfevndar sosialar trupulleikar ella eru munandi skerd likamliga ella sálarliga.
Sambýlini undir Almannaverkinum eru til fólk við varandi og umfatandi tørvi á sosialnámsfrøðiligum stuðli og hjálp.
Búfelagsskapirnir eru fyri fólk, sum í stóran mun klára seg sjálvi og hava tí ikki hava eins stóran tørv á sosialnámsfrøðiligari hjálp og stuðli sum fólk í sambýli.
Bú- og viðgerðarstovnurin, Barnaverndarstovnurin, er til børn og ung upp til 18 ár. Fyriskipanin kann leingjast, til tú ert 23 ár.
Almannaverkið umsitur ein lista yvir borgarar, sum hava serligan tørv og ynskja eina íbúð frá Bústøðum.
Tú skalt tískil minnast til, at tú kanst standa á tveimum bíðilistum hjá Bústøðum í senn; á serstaka listanum hjá Almannaverkinum og á vanliga listanum hjá Bústøðum. Umleið fimta hvør íbúð hjá Bústøðum verður tillutað umvegis Almannaverkið.