Soleiðis brúkar tú MínBoks

Summar tænastur í Tórshavnar kommunu eru skipaðar soleiðis, at tað er ein fyrimunur at nýta MínBoks. Til dømis svara vit tær í MínBoks, tá tú søkir um dagstovnapláss. So hvørt sum borgarar fáa sær Samleikan, skulu borgararnir nýta MínBoks, Samleikan og Vangan til at avgreiða alsamt fleiri viðurskifti við almennu myndugleikarnar.

Hevur tú av onkrari orsøk ikki møguleika fyri at nýta MínBoks ella aðrar talgildar tænastur, skalt tú fylgja vegleiðingunum á heimasíðuni. Meðan vit skifta frá gomlum mannagongdum til talgilda avgreiðslu, vegleiða vit bæði borgarum, sum nýta Vangan, og borgarum, sum ikki fáa nýtt talgildu tænasturnar.



MínBoks
Hvat er MínBoks?

MínBoks er tín persónligi, talgildi postkassi, sum almennu myndugleikarnir og privatar fyritøkur nýta til at senda tær post. Talgildur postur frá almennum myndugleikum er sama slag av posti sum tey brøvini, tú frammanundan fært í tín vanliga postkassa við hús. Tað kunnu vera brøv frá TAKS, Akstovuni, bankanum, kommununi ella sjúkrahúsinum. Tað kunnu eisini vera innkallingar til kanningar, tilboð um dagstovnapláss ella samskifti um persónlig skattaviðurskifti.

Munurin millum talgildan og annan post er, at talgildur postur verður bronglaður, áðrenn hann verður sendur. Tað merkir, at trygdin er væl hægri enn við vanligum posti og telduposti.

Hvussu lesi eg mín talgilda post?

Hevur tú fingið tær Samleikan, kanst tú lesa tín talgilda post við at rita inn á Vangan við tínum Samleika. Tað kanst tú annaðhvørt gera í appini Vangin ella í kaganum á telduni ella snildfonini:

Rita inn á Vangan (Vangin.fo)

Hevur tú ikki fingið tær Samleikan enn, kanst tú bíleggja tær hann her:

Fá tær Samleikan (samleikin.fo)

Fá fráboðan, tá tú fært talgildan post

Í stillingunum í MínBoks kanst tú upplýsa teldupostadressu og fartelefonnummar og seta frámerki við, at tú ynskir at fáa boð, tá tú fært talgildan post. Hetta gert tú undir »uppseting«.

Minst til at broyta upplýsingarnar, um tú fært tær nýtt fartelefonnummar ella teldupostadressu.

Rita inn á Vangan (Vangin.fo)

Hjálp til talgildan post

Hevur tú tørv á hjálp til at brúka Samleikan og Vangan, kanst tú ringja til kundatænastuna hjá Talgildu Føroyar á tel. 1881 ella senda eitt teldubræv til 1881@talgildu.fo. Kundarøktin svarar yrkadagar klokkan 8-16.30.