Kæruvegleiðing
Í summum førum kanst tú kæra avgerðir, sum kommunan hevur tikið í tínum máli. Fært tú eitt bræv frá kommununi um eina avgerð í tínum máli, er ein kæruvegleiðing løgd við í brævinum.
Á heimasíðuni her finnur tú eisini kæruvegleiðingar til hvørt evni, kærumøguleikar eru viðkomandi fyri.
Senda vit tær eina skrivliga avgerð, sum ikki til fulnar gongur tær á møti, og sum kann kærast til annan fyrisitingarmyndugleika, skulu vit lata tær eina kæruvegleiðing. Vegleiðingin skal tilskila, hvør møguligi kærustovnurin er, kunna teg um mannagongdina og kunna teg um eina møguliga tíðarfreist. Hetta sambært § 24 í fyristingarlógini.
Eisini skal kommunan kunna teg, er talan um eina avgerð, sum bert kann leggjast fyri dómstólarnar innan eina lógarásetta freist.
Landsstýrismaðurin í Umhvørvis- og vinnumálum hevur eftirlit við, at kommunurnar og kommunalu samstørvini halda galdandi lóggávuna.
Kommunala eftirlitið er ikki ein kærustovnur burturav. Tað vil siga, at ein klaga ikki altíð hevur við sær, at eitt eftirlitsmál verður sett í verk. Kommunala eftirlitið kann hinvegin fremja eftirlit av sínum eintingum og er sostatt ikki treytað av einum skumpi uttanífrá. Eftirlitið kann til dømis fara til verka við støði í eini áheitan frá einum borgara, eini fyritøku, minnilutanum í kommunustýrinum ella einum øðrum myndugleika, ella tí at eftirlitsmyndugleikin umvegis fjølmiðlarnar gerst varugur við eitthvørt mál, ið eigur at viðgerast.
Eftirlitið við kommununum fevnir millum annað um:
- Ólógligar avgerðir, sum kommunustýrið hevur tikið
- Avgerðir, sum kommunustýrið hevur skyldu til at taka sambært lóg
Metir tú, at kommunan ikki viðger tínar persónsupplýsingar í samsvari við reglurnar í persónsupplýsingarlógini, undir hesum meginreglurnar fyri viðgerð av persónsupplýsingum og trygdarkunngerðini, hevur tú rætt til at kæra viðgerðina til Dátueftirlitið. Hetta sambært § 30 í fyrisitingarlógini.
Avgerðir, sum kunnu kærast sambært býarskipanarlógini, 1818-lógini um ognartøku, byggilógini, barnaverndarlógini, lógini um heimatænastu og eldrarøkt v.m. kanst tú kæra til Føroya Kærustovn.
Les meira á heimasíðuni hjá Føroya Kærustovni.
Umboðsmaðurin hevur eftirlit við allari almennu fyrisitingini. Umboðsmaðurin hevur eftirlit við, at myndugleikarnir ikki gera mistøk ella vanrøkja sínar skyldur, og at almenna umsitingin ikki fremur órætt móti einstaka borgaranum.