Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17
100 Tórshavn
Tel. 30 20 10 

Leiðari Marius Müller
marius@torshavn.fo
Tel. 30 24 08

Umhvørvisdeildin

Umhvørvisdeildin er lutvíst myndugleikadeild við ábyrgd av umhvørvismálum, íroknað eftirlit, olju- og umhvørvisdálking, taðingarloyvir, matstovuloyvir, flogfenaðhald og fyribyrging og niðurberjing av rottu og øðrum skaðadjórum.

Ein annar høvuðstáttur hjá deildini er uppskot til umhvørvispolitikk, frágreiðingar, støðulýsingar og langtíðarætlanir fyri kommunalar geirar, ið hava við umhvørvið at gera, eitt nú fyri hvussu umhvørvis-, orku-, burturkast og spillvatnsgeirarnir skulu mennast komandi árini.

Ein triði táttur er umhvørvisstuðul til verkætlanir og at skipa fyri umhvørvistiltøkum. Nevnast kunnu ruddingardagar, árliga Umhvørvisvikan, árligur umhvørvisstuðul, Earth Hour og grøna náttúru- og orkuráðstevnan Ósvart.

Deildin veitir upplýsing og vegleiðing innan umhvørvi, innanhýsis í kommununi og uttanhýsis til borgarar, virkir og onnur, umframt at svara innan- og uttanhýsis hoyringum í samband við uppskot um lógir og kunngerðir og ætlanir innan aðrar kommunalar geirar.

Eisini hevur deildin ábyrgd av aktingarskipanini.

Harumframt samstarvar deildin við Kommunalu Brennistøðina, m.a. viðvíkjandi kommunala burturkastinum og verkætlanum hesum viðvíkjandi.



Umhvørvisdeildin
Virkisøki

Umhvørvisdeildin ger uppskot til politikkir, ætlanir og skipar átøk í sambandi við umhvørvis- og orkupolitikk:

  • Umhvørvispolitikkur hjá Tórshavnar kommunu
  • Orkupolitikkur, hitaatlas og aðrar orkuætlanir, ið miða ímóti skift til varandi orku
  • Minka um kommununnar egnu umhvørvisávirkan og útleiðing av veðurlagsgassum
  • Ætlan fyri ringrásbúskap, minka um burturkast og fremja endurnýtslu og endurvinning
  • Spillvatnsætlan
  • Burðardygg bygging
  • Fremja og varðveita náttúru og grøn øki í kommununi
  • Eftirlit við og burturbeining av óruddi og dálking
  • Eftirlit við vatngóðsku á svimjihylsvatni og uttandura baðivatni
  • Viðgerð av málum í sambandi við oljutangar
  • Umsóknir um taðingarloyvir og bruna- og umhvørvisváttan til matstovur
  • Viðgerð av kærum og fyrispurningum innan umhvørvið
  • Aktingarskipanin
  • Kommunala brennistøðin og virksemið undir hesum.
Skipan av deildini

Umhvørvisdeildin er partur av Teknisku Fyrisiting, og fevnir deildin eisini um aktingarskipanina og Kommunalu Brennistøðina og virksemið undir hesum við brennistøð, endurnýtslu, rottangatøming, jarnplássi við móttøku av gomlum akførum, tyrvingarplássi og mold- og avgrevstrarplássi, umframt samstarv við IRF og við Dugna um beinleiðis endurnýtslu av lutum.

Marius Müller er leiðari á Umhvørvisdeildini.

Á Kommunalu Brennistøðini er John Erik Hansen leiðari. Umframt hetta eru 4 starvsfólk í umsitingini og 1 aktingarmaður.

Í sambandi við virksemið undir Kommunalu Brennistøðini starvast tilsamans 32 fólk.

Um umhvørvisdeildina

Umhvørvisdeildin heldur til á triðju hædd í Niels Finsens gøtu 17.

Politikkur og ætlanir

Her finnur tú politikkir og ætlanir:

Politikkir og ætlanir

Set teg í samband við Umhvørvisdeildina

Tú kanst seta teg í samband við Umhvørvisdeildina við at ringja á telefon 30 20 10 ella senda ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.

At starvast á Umhvørvisdeildini
Leys størv

Her kanst tú kunna teg nærri um leys størv í kommununi:

Leys størv í Tórshavnar kommunu

Sløg av størvum á Umhvørvisdeildini

Umhvørvisdeildin er ein fjølbroyttur arbeiðsstaður við starvsfólkum, ið hava ymiskar útbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri arbeiðsuppgávurnar. Starvsfólkini fáast við eftirlit, viðgera fyrispurningar og kærur, gera og fremja ætlanir og verkætlanir innan kommunalar geirar, ið viðvíkja umhvørvinum, upplýsa og skipa fyri átøkum, tiltøkum og ráðstevnum og annað.

Vit leggja dent á gott samstarv innanhýsis í kommununi og við uttanhýsis samstarvsfelagar.

Umhvørvisdeildin
Umhvørvisdeildin

Niels Finsens gøta 17, 100 Tórshavn

torshavn@torshavn.fo

Tel. 30 20 10

Upplatingartíðir
Mánadag - hósdag9 - 16
Fríggjadag9 - 15