Tórshavnar sløkkilið veitir hjálp í samband við eld, ferðsluóhapp, oljudálking, húsaskaðar og druknivanlukkur.
Kemur tú fram á eldsbruna ella aðrar bráðfeingis støður, skalt tú ringja á telefon 112. Tá tú ringir, skalt tú upplýsa, hvør tú ert, hvaðani tú ringir, hvar eldurin ella vanlukkan er og hvørjari hjálp, tørvur er á.
Sløkkiliðið skipar eisini fyri frálæru í eldsløkking og eldfyribyrging. Skúlar og aðrir bólkar kunnu spyrja seg fyri á støðini.
Akfarsflutningur
Sløkkiliðið flytir akfør bæði í samband við ferðsluóhapp og vanligan flutning.
Annar sløkkiliðsbilurin kann flyta persónbilar og smáar lastvognar upp til tvey tons. Hin kann flyta størri akfør upp til tíggju tons. Eisini er hann útgjørdur við einum 18-tons krana.
Vilt tú hava fleiri upplýsingar um prísir og sløg av uppgávum, kanst tú ringja til sløkkiliðið á telefon 30 21 00.
Tórshavnar sløkkilið
Arbeiðsøki
Arbeiðið hjá Tórshavnar sløkkiliði fevnir um hesi øki:
Hjálp í samband við eldsbruna
Kavarar til druknivanlukkur
Umhvørvisóhapp
Ferðsluvanlukkur
Góðkendan vaktsentral til at móttaka ABA-alarmar
Bjarging í samband við storm
Vatnskaðar
Skeiðvirksemi
Koyring av rørslutarnaðum
Akfarsflutning
Viðlíkahald av allari sløkkiútgerð
Viðlíkahald av øllum sløkkikranum
Skipan av deildini
Tórshavnar sløkkilið er skipað sum ein partur av teknisku fyrisitingini.
Heini Østerø er leiðari á sløkkiliðsstøðini.
Tórshavnar sløkkilið er býtt í seks støðir:
Høvuðsstøðin á oyggjarvegnum er mannað við 30 fólkum
Støðin í Kollafirði er mannað við 12 fólkum
Støðin í Kaldbak er mannað við seks fólkum
Støðin í Nólsoy er mannað við 12 fólkum
Støðin fyri Velbastað og Kirkjubø er mannað við átta fólkum
Støðin fyri Heyst og Koltur er mannað við fýra fólkum
Um Tórshavnar sløkkilið
Tórshavnar sløkkilið heldur til á Oyggjarvegnum 34.
Politikkir og ætlanir
Her kanst tú kunna teg nærri um politikkir og ætlanir í Tórshavnar kommunu: