Deildin stuðlar upp undir KT hjá øllum deildum í Tórshavnar kommunu. Deildin virkar fyri at gera arbeiðsgongdir snildari, íverkseta munadyggari tænastur og kravfesta nýggjar arbeiðsgongdir og skipanir. Vit arbeiða í høvuðsheitum við support, rakstri, ráðgeving, Smart City-loysnum, kravfestingum til skipanir, munadyggari KT-kervi og talgilda transformatión.
Talgilding hevur høga raðfesting í Tórshavnar kommunu. Vit talgilda sjálvgreiðslu, mannagongdir og annað, sum er til gagns fyri bæði starvsfólk, borgaran og vinnu. Arbeitt verður miðvíst við at flyta KT-deildina frá at vera siðbundin KT-rakstrardeild til at verða ein deild, sum er ein virkin viðspælari í arbeiðinum at menna kommununa.
Menningin á KT-økinum gongur sera skjótt fyri seg og vantast kann, at menningarferðin verður enn skjótari. Arbeitt verður eisini fyri at tryggja, at Tórshavnar kommuna er til reiðar at møta framtíðar avbjóðingum á KT-økinum. Tískil er umráðandi, at deildin lagar seg til henda veruleika fyri bæði at kunna tæna borgarum og starvsfólki, men eisini at gagnnýta ta nýggju tøknina á skilabestan hátt.
KT-deildin
Arbeiðsøki
support
rakstur
verkætlanarleiðsla
KT-uppseting
ráðgeving
menning
kravfesting og útboð
talgild transformatión
Smart City-átøk
KT-trygd
net- og servaraumsiting
Skipan av deildini
KT-deildin er skipað sum ein partur av miðfyrisitingini. Á KT-deildini verður arbeitt bæði sjálvstøðugt og í toymum.
Lars Larsen Black er leiðari á deildini. Umframt leiðaran starvast ellivu fólk á deildini:
Service Level 1
Service Level 2
KT-samskipari
KT-verkætlanarleiðarar
KT-trygdarserfrøðingur
Fakta um KT-deildina
KT-deildin heldur til á aðru hædd í Niels Finsens gøtu 17 og hevur alla kommununa sum arbeiðsøki. Í løtuni starvast 12 fólk á KT-deildini.
Politikkir og ætlanir
Her kanst tú kunna teg nærri um politikkir og ætlanir í Tórshavnar kommunu: