Tíðindi - 25. januar 2024
Vinnupolitikkurin fyri býráðið í dag
Arbeitt hevur verið við at orða nýggjan vinnupolitikk. Tað arbeiðið er komið á mál, og í kvøld fer Tórshavnar býráð at viðgera nýggja vinnupolitikkin.
Endamálið við vinnupolitikkinum er, at Tórshavnar kommuna er besta vinnukommuna í landinum. Eisini verður lagt upp til, at tað skal bera til at reka vinnulív í allari kommununi, á bygd, í bý og á oyggjum.