Tennishúsið tikið í nýtslu
Húsið hjá Havnar Tennisfelag varð tikið í nýtslu seinnapartin í dag.
Tennisfelagið varð upprunaliga stovnað í 1934, so tað er næstan 90 ára gamalt. Men í longri tíðarskeið var onki virksemi, inntil felagið var endurreist í 1996.
Ovast á breddanum seinastu árini hevur verið ynskið um eini felagshús og vøllir, ið hóska til nútíðina
Í 2019 gjørdu kommunan og Havnar Tennisfelag samstarvsavtalu um ábøtur, menning og rakstur av tennisanlegginum í Gundadali. Sama ár vórðu tennisbreytirnar endurnýggjaðar.
Tvey ár seinni bleiv ein nýmótans ljósskipan sett upp. So var bara eftir at fáa eitt hús til felagið.
Kommunan játtaði í fjør Tennisfelagnum stuðul til felagshúsini. Samlaði stuðulin var 364.000 krónur.
Og í dag vórðu húsini hjá Tennisfelagnum tikin í nýtslu.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, vísti í røðu sínari ár, at limir í felagnum hava gjørt meginpartin av arbeiðinum sjálvi:
- Havnar Tennisfelag hevur gjørt eitt stórt sjálvboðið arbeiði við at gera húsið liðugt, og okkara vón er, at hetta fer at stimbra áhugan og gera umstøðurnar so nógv betri, at tað eisini fer at síggjast aftur í úrslitunum, segði borgarstjórin millum annað í røðuni.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, takkaði fyri gott arbeiði og ynskti felagnum góða eydnu við húsunum.