Tíðindi - 27. juni 2024

Støðla- og Traðargøta stongdar vegna asfaltarbeiði 28. juni

Støðlagøta og Traðargøta á Argjum verða stongdar fríggjadagin 28. juni frá klokkan 7 til 17. Hetta er í sambandi við asfaltarbeiði.

Allur vegurin verður avsperraður. Avsperraða økið verður forseglað við eini bitumenemulsion. (Bitumen er svarta bindievnið, sum er í asfaltinum). Avsperraða økið skal turka í upp til 2-5 tímar. Eftir hetta verður økið stroytt við 0-2 mm steinamjøli (Steinamjøl er knúst granitt í somu stødd sum vanligur strandasandur).


Áheitan á borgarar í økinum

Fyri at fáa best møguliga úrslitið og smidliga arbeiðsgongd, verða borgarar bidnir um at vera arbeiðsfólkunum hjálpsom við hesum.

Áðrenn arbeiðið byrjar:

  • Ikki at parkera bilar og annað á vegnum
  • Í tann mun tað letur seg gera, burturbeina mold og grús í tykkara innkoyring
  • Tryggja, at húsdjór eru innandura, meðan arbeiðið fer fram.

Meðan arbeiðið verður gjørt:
Í tíðarbilinum (3-5 tímar) innan steinamjølið verður stroytt, verður vegurin svartur og klistrutur. Vit fara at heita á tygum um at hjálpa okkum við hesum:

  • Halt børn (og húsdjór) burtur frá vegnum í øllum tíðarbilinum
  • Lat so vítt møguligt vera við at ganga á sproytaða økinum, áðrenn tað er stroytt við steinamjøli
  • Um so er, at ein gongur á sproytaða økinum, gerst botnurin á skónum svartur, og kemur ein svørt slóð, har gingið verður.
  • Lat so vítt møguligt vera við at koyra við bili á sproytaða økinum og síðani koyra á flísar o.t., tí hesar gerast svartar. Skuldi tú hinvegin verið óheppin at fáa hetta (PenTrack) á eitthvørt, ber til at fáa tað burtur við vanligari matolju
  • Verður farið inn um girðingar og inn á arbeiðsøkið, verður tað gjørt fyri egna ábyrgd