Standmyndin fagnar Andreu Árting, men eisini føroyskum konum
Tá standmyndin av Andreu Árting varð avdúkað sunnudagin, helt Edward Fuglø, listamaður, sum hevur gjørt standmyndina, eisini røðu.
Í røðuni greiddi listamaðurin frá um standmyndina og symbolini í henni. Hann greiddi frá um tær sjey greinarnar í trænum. Eisini segði listamaðurin, at standmyndin fagnar fyrst og fremst Andreu Árting, men at standmyndin eisini fagnar føroyskum konum, sum heild.
Her her er brot úr røðuni, ið Edward Fuglø, listamaður, helt.
Standmyndin er formað sum eitt træ, - eitt bronsutræ.
Íblásturin, ella konseptið, stavar frá øllum teimum gomlu og vøkru trøunum, sum eyðkenna miðbýin í Havn.
Bronsutræið, sum nú er komið at standa í Steinatúni, er ein spegling, ella reflektión, av hesum gomlu trøunum, og tað skal ímynda og vísa okkum á tað verk og tær hugsjónir, sum Andrea Árting, so at kalla, hevur gróðursett í føroyska samfelagnum fyri skjótt mongum árum síðan, og sum vit kunnu gleðast um enn í dag.
Eg ætlaði at tað skuldi vera eini fýra -fimm metrar høgt. Men so spurdi onkur meg, er tað veruliga neyðugt at gera træið so høgt? "Eg meini, Andrea var so lítil og nett." - Til tað kundi eg bara svara, at Andrea Árting var og er ein kempa, og tá m.a. Nólsoyar Páll, sjómaðurin uppi í plantasjuni og aðrir garpar, hava fingið stórar og flottar standmyndir, sum eru fleiri metrar høgar, tá er tað ongin sum viðmerkir tað, ella sigur nakað serligt, - so hví skal ikki eisini Andrea fáa eina høga standmynd ? - bara tí at hon var ein lágvaksin kvinna ? - HEILT ERLIGT ! !
So lidna bronsutræið bleiv, ígjøgnum prosessina, ístaðin næstan seks metrar høgt !!!
Og á tí eru sjey greinar, og bløðini á greinunum ímynda verkið og hugsjónirnar hjá Andreu Árting:
Á eini greinini eru tað hendur sum eru bløðini.
Setningurin "Håndens og åndens arbejde er ligeværdige", filosofiin hjá arbeiðararørsluni, var eisini eitt av slagorðunum hjá Andreu.
Greinin kann eisini ímynda hendur sum biðja, hendur sum hjálpa, hendur sum geva, hendur sum heilsa, hendur sum arbeiða, o.s.fr.
Á aðru greinini eru tað klippfiskar sum eru leyvið.
Tilveran hjá Andreu Árting, sum fakfelagskvinna, byrjaði jú á ein hátt á fiskastykkinum.
Vinnulívið tá ið tíðini handlaði um fisk, sólturkaðan saltfisk ella klippfisk.
Í 1937 ynsktu fiskagenturnar at fáa hægri løn. Havnar Arbeiðskvinnufelag bleiv stovnað, ikki uttan stríð, og Andrea endaði sum forkvinna i Arbeiðskvinnufelagnum, har hon virkaði nærum alla sína tíð. Somuleiðis var hon nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag stóran part av lívinum.
Á triðju greinini eru tað hjørtu.
Lík menniskjahjørtum, sum eru bløðini ella kanska fruktirnar. Gomul føroysk bindingarmynstur eru útskorin í hjørtuni, og kunnu hesi ímynda Andreusa stóra hjarta fyri illa støddum børnum úr fátækaheimum. Fjálg pløgg vóru bundin uppá børnini, tey vóru fevnd og hond bleiv tikin um tey. Eisini ímynda mynstrutu hjørtuni endaleysu mongdina av pløggum sum kvinnurnar ígjøgnum øldir hava bundið uppá menn og børn, bæði til gerandis og høgtíðir, og bæði á sjógvi og landi.
Á fjórðu greinini eru róðrarbátar bløðini.
Í 1918 skipaði Andrea Árting fyri at fáa kvinnurnar upp í kappróðurin. Ein ítróttargrein, sum inntil tá, annars bert menninir høvdu luttikið í. Og restin er søga, kundi ein sagt.
Bátarnir, sum bløð, umboða soleiðis kappróðrarbátin, men sjálvandi eisini søguna um føroyska bátin sum heild, sum førdi mangan fongin til lands, uttan av havi, sum tó ikki bara gav, men eisini tók.
Báturin og føroyingurin eru sum ein næstan samanvaksin eind í føroysku fólkasálini.
Á fimtu greinini eru tað tjøldrini.
Tjóðfuglurin, sum eru leyvið á greinini. Andrea Árting var tjóðskapar og loysingarkvinna og ynskti at klára seg sjálva, uttan álmussu aðrastaðni frá.
Tjøldrini kunnu tí ímynda longsulin eftir frælsi. Tað verið seg persónligum sum felags frælsi. Tjaldraflokkurin kann eisini ímynda útlongsil? Andrea tænti t.d. í Danmark í seks ár.
Á sættu greinini er tað musiska umboðað,
Andrea bæði yrkti og spældi á ljóðføri, violin og klaver. Hon yrkti sangir og smíðaði løg um evni, sum bylgdust henni í barmi og huga.
Andrea Árting eigur m.a. bæði orð og lag til sangin: "Dunandi aldan mót klettunum brúsar" frá 1934. Hetta er fyrsta yrking hennara ,sum kom á prent, og er hesin eisini við í Føroya Fólks Sangbók.
Hon yrkti eisini fleiri stríðssangir og arbeiðarasangir.
Á hesi greinini eru lambshorn, ella kanska meira tátíðar vanlig heimalambshorn, sum bløð, og niður úr teimum hanga nótar sum klokkublómur. Her umboða hornini tað framfýsna og sterka, men eisini tað lyriska.
Í yvirførdum týdningi virkar hornið eisini sum ljóðføri, og tann sum hyggur væl, finnur kanska eina vindhørpu á hesi greinini.
Á sjeyndu, og seinastu greinini, eru tað eittkrónur frá 1977 sum eru bløðini.
Og vísir her til árið tá líkaløn ímillum kvinnur og menn í Føroyum loksins bleiv samtykt og undirskrivað. I 1937 fingu kvinnurnar 30 oyru um tíman, og menninir fingu eina krónu um tíman fyri sama arbeiði. Tá Andrea bleiv forkvinna í Arbeiðskvinnufelagnum fór hon at arbeiða fyri, at kvinnurnar skuldi fáa somu løn sum menninir fyri sama arbeiði. Tað eydnaðist henni í 1938 at fáa tímalønina hjá kvinnunum kvinkaða upp á 40 oyru, men ikki fyrrenn í 1977, og við stuðuli frá aðrari arbeiðarafelagskvinnu, Ingeborg Winther, eydnaðist endiliga at fáa líkaløn fyri sama arbeiði til kvinnur og menn samtykta. (á pappírinum.).
Tá var Andrea Árting 85 ára gomul, og er hetta nakað av tí seinasta hon var við til at fremja í sínum almenna verki.
Og hvar er so Andrea Árting sjálv í øllum hesum ? Jú setningurin um, at Andrea Árting, og kvinnan sum heild, eru bulurin í samfelagnum, gevur sera góða meining at nevna í dag.
At staðsetingin er beint við har, sum býbussurin steðgar í miðbýnum, telur eisini við.
Undir trænum stendur Andrea so spøk, undir hatti, og bíðar eftir bussinum. Lágvaksin, men ein kempa innaní. Verkið og sakin framum alt, persónurin aftanfyri hjartagóð og lítillátin. Men eisini braneggja tá á stóð. Ein kvinna við eini sterkari rættvísiskenslu.
Ein fólksins kvinna, ikki ov fín til at taka bussin.
Standmyndin fagnar fyrst og fremst stríðskvinnuni Andreu Árting, 1891-1988, og hennara gerningi.
Og er standmyndin ein varði yvir Andreu, sum Tórshavn hevur reist fyri at heiðra
eini megnar havnarkonu.
Men - sum eg eisini vænti at Andrea hevði ynskt tað, - fagnar standmyndin somuleiðis føroysku konunum sum heild.
Hon fagnar tí kvinnuliga í føroyska samfelagnum
Heitið á sjálvum trænum er: "Fagnaðartræ" og vónandi verður Fagnaðartræið móttikið í sama anda, sum tað er latið úr hondum við.
Takk fyri."
Edward Fuglø, 22 september 2024