Tíðindi - 07. mai 2024
Søk um ólavsøkuloyvi og send tilfar til skránna
![Olavsoka-2021_4_web_AH](/media/3kdbumou/olavsoka-2021_4_web_ah.jpg?width=750&quality=85&format=jpg)
Skipar tú fyri tiltaki á ólavsøku, og skal tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú minnast til at søkja loyvi áðrenn 3. juni 2024 og senda tilfar til skránna áðrenn 1. juli 2024.
Vilt tú skipa fyri tiltaki á kommunalum øki á ólavsøku, mást tú fyrst søkja um loyvi á Vanganum. Á síðu okkara um ólavsøkuloyvi sært tú, hvussu tú søkir, og hvørjar treytirnar eru. Freistin at søkja um loyvi til tiltak á kommunalum øki á ólavsøku er mánadagin 3. juni 2024.
Lat tilfar inn til ólavsøkuskránna áðrenn 1. juli 2024
Vilt tú hava tiltakið við í ólavsøkuskránna, mást tú senda okkum tilfarið áðrenn 1. juli 2024. Vit skulu gera vart við, at matskráir, upplatingartíðir hjá handlum og líknandi kunning ikki er partur av ólavsøkuskránni.
Les meira á síðu okkara, sum tú finnur her: