Tíðindi - 31. august 2024

Samarittarnir hjá Reyða Krossi 25 ár á baki

30Aug24 B3A6076
30Aug24 84A4876 30Aug24 B3A6065 30Aug24 B3A6064 30Aug24 84A4795 30Aug24 B3A6072 84A4968
1 / 7

Hátíðarhald var í hølunum hjá Reyða Krossi í gjár, tá ið Samarittarnir hjá hjálparfelagsskapinum kundu hátíðarhalda, at tey hava verið virkin til alskyns tiltøk í Føroyum í 25 ár.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar fram hesa heilsan og tøkk frá Tòrshavnar kommunu til samarittarnar hjá Reyða Krossi:

 

Góðan dagin øll somul.

Hugaligt at vera við her í dag, nú samarittarnir hjá Reyða Krossi fylla 25 ár.

Tit byrjaðu við at vera til staðar á altjóða dystum í Føroyum í hálvfemsunum.

Nú 25 ár seinni er neyvan eitt stórt tiltak í Føroyum, har samarittarnir hjá Reyða Krossi ikki eru til staðar.

Tórshavnar kommuna hevur nógv samstarv við samarittarnir, og vit kunnu spyrja okkum sjálvi, hvat er ein Ólavsøka í dag uttan samarittar.

Tit eru eisini til staðar, tá kommunan skipar fyri øðrum stórum tiltøkum, sum tá jólatræið á Vaglinum verður tendrað, og tá jólaskipið kemur á Havnina.  Og tað skulu tit hava stóra takk fyri.

Við reyðu búnunum hjá tykkum eru tit sjónlig millum fólk á tiltøkum. Tit hjálpa, tit skapa tryggleika. 

Tit eru til staðar á ítróttartiltøkum, tónleikatiltøkum og øðrum tiltøkum um alt landið. Og vit hoyra javnan í miðlunum, at løgreglan sigur, at samarittarnir hava gjørt stóran mun, tá tiltøk eru.

Og tit gera mun , men uttan at gera mun. Tí tit gera mun, tá tit hjálpa, men tit gera ikki mun á, hvørjum tit hjálpa, - tit hjálpa øllum.

Alt arbeiðið hjá tykkum er sjálvboðið. Tit eru øll ymisk, hava ymiska bakgrund, men tá tit fara í reyða búnan eru tit fyrst og fremst samarittar.

Vaktirnar eru ymiskar, tiltøkini eru ymisk, men samarittarnir eru teir somu – altíð til reiðar at hjálpa.

Góðu samarittar.

Tit gera Føroyar tryggari.

Stóra takk fyri tað, og enn einaferð, hjartaliga til lukku við 25 ára degnum.

Heðin Mortensen, borgarstjóri.