Tíðindi - 22. juli 2024

Pole J. Hansen nýggjur leiðari fyri Ítróttaranlegg

Pole tekur við starvinum frá 1. august at rokna. Pole er 59 ára gamal, er ættaður av Strondum og býr í Hoyvík. Hann hevur fjølbroyttar útbúgvingar og royndir, hann er skipsførari, maskinsmiður, instruktørur í fyrstuhjálp, innsatsleiðari og hevur undirvíst á Vinnuháskúlanum seinnu árini.

Gjøgnum mong ár hevur Pole verið virkisleiðari á fleiri flakavirkjum. Eisini hevur hann sitið sum limur í bygdarráðnum í Sjóvar kommunu í 16 ár. Og eisini hevur hann verið bæði íðkari og venjari í nógv ár.

Pole vitjaði inni á Ráðhúsinum í dag. Á myndini síggjast f.v. Heini Gaard, mentanarleiðari, Pole Hansen, nýggjur leiðari fyri Ítróttaranlegg, Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Hermann Mortensen, trivnaðarstjóri.