Tíðindi - 13. mai 2024

Nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu verður lagdur fram fríggjadagin

Fríggjadagin 17.mai klokkan frá 14 til 15 verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur alment fram á Reinsarínum í Tórsgøtu.

Tórshavnar kommuna hevur orðað nýggjan vinnupolitikki fyri árini 2024 til 2028.

Fríggjadagin verður høvið hjá áhugaðum at hoyra meira um nýggja vinnupolitikkin. Tiltakið er alment.