Tíðindi - 22. november 2023

Lutakast um 14 grundstykkir á Velbastað

Sethúsaútstykking við Ervaveg á Velbastað november 2023

Tórshavnar kommuna arbeiðir við einari ætlan um stykkja út 14 grundstykkir á Velbastað. Verkætlanin er tó ikki endaliga samtykt í býráðnum enn, tí kommunan ynskir fyrst at kanna, um áhugin fyri grundstykkjum á Velbastað er til staðar.

Vit byrja tí við at skipa fyri tilmelding til lutakast um grundstykkini á Velbastað í 4 vikur. Vísir áhugin seg at vera nóg stórur, verður verkætlanin løgd fyri nevndir og býráð til góðkenningar, og tilmeldingarfreistin verður longd í 4 vikur. Vísir tað seg hinvegin, at áhugin er lítil ella eingin, verður verkætlanin endurmett og møguliga broytt ella slept.

Freistin at tekna seg til lutakastið og harvið vísa, at tú ert áhugað í at seta búgv á Velbastað, er í fyrsta umfari mikudagin 20. desember 2023. Eftir hesa dagfesting verður mett um, hvørt áhugin er til staðar, og um verkætlanin skal setast í verk.

Les meira og tekna teg til lutakastið á síðu okkara um útstykkingar í kommununi:

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu