Tíðindi - 19. juli 2024

Leisturin fyri gjald, tá ítróttarhallir verða leigaðar, verður broyttur

Gjaldsleisturin fyri at leiga ítróttarhallir í Tórshavnar kommunu verður broyttur 1. august 2024.

Higartil er rokning send eftir at fólk hava leigað høllina.

Frá 1. august 2024 verður hesin gjaldsleisturin broyttur til at goldið verður beinanvegin og við korti inni á www.itrott.fo. 

Hetta er sami leistur, sum er brúktur eitt nú til Virknishøllina í Finsen.

Til ber at gjalda fyri allar ynsktar tíðir einaferð um ársfjórðingin. Fyrstu ferð frá 1. august til 31. oktober 2024.

Seinasta freist at avlýsa tíðir er 24 tímar, áðrenn bíløgdu tíðina – um avlýsingin kemur ov seint verður einki endurgjald goldið.

Eru ivamál, kunnu tit seta tykkum í samband við Ítróttaranlegg á mail itrott@torshavn.fo, ella ringja til Heðin R. Joensen, rakstrarleiðara, tlf. 291474.