Tíðindi - 31. mai 2024
Kunning um reinhaldsskylduna hjá matsølubúðum
Verkfallið hevur við sær, at nógv rusk sløðist í gøtunum. Kommunan skal í hesum sambandi minna á, at matsølubúðirnar hava ruddingarskyldu.
Tað er ábyrgdin hjá sølubúðunum at halda økið rundan um sølustaðið ruddiligt og reint til eina og hvørja tíð. Alt rusk, so sum pitsabakkar, pappír, fløskur, plastgløs og annað tílíkt skal takast upp. Sølustaðið skal harumframt hava ruskstativ uttanfyri, soleiðis at viðskiftafólk sleppa av við ruskið.
Galdandi treytirnar eru at finna í §1 og §8 í kunngerðini um umhvørvisreglur og í §20 og 21 í reglugerðini fyri leysar sølubúðir og hissini søluloyvir í Tórshavnar kommunu.