Tíðindi - 20. juni 2024

Kommunan setir 17 mió kr av til lønarlyftið

Lønarlyftið hjá Pedagogfelagnum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum, sum kom í gildi tann 1. januar 2024, bleiv útgoldið fyri fyrstu ferð í apríl og mai 2024. 

Lagt er ikki upp fyri hesum lønarlyfti í fíggjarætlanini 2024, tí tað var ógreitt, hvørja upphædd talan fór at verða um.

Kommunustjórin, fyrisitingarstjórin, trivnaðarstjórin og heilsu og umsorganarstjórin mæltu til at játta íalt kr. 16,9 mió. Upphæddin verður fíggjað av meirinntøkum fyri 2024.

Fíggjarnevndin samtykti 11. juni at taka undir við tilmælinum. Málið varð einmælt samtykt á býráðsfundi í kvøld, men tá talan er um eykajáttanarmál, so skal tað hava tvær viðgerðir.