Kommunan dagførir gjøldini fyri eldratænastur 1. januar 2024
Á býráðsfundi 23. november 2023 samtykti Tórshavnar býráð at lýsa broytingar í gjøldum fyri búpláss, heimahjálp og umlætting sambært uppskotinum til felags leist hjá Kommunufelagnum.
Tórshavnar kommuna dagførir gjøldini fyri eldratænastur frá 1. januar 2024. Nýggj kunngerð um eldratænastur kom í gildi 1. apríl 2023, sum gav kommununi heimild til sjálv at áseta gjøld fyri sínar eldratænastur eftir leisti, sum er lýstur í kunngerðini. Kommunufelagið legði í hesum sambandi fram uppskot um felags leist fyri áseting av gjøldum.
Sambært kunngerðini skal kommunan í seinasta lagi 1. desember lýsa gjøldini fyri komandi ár.
Broytingarnar í gjøldunum fyri eldratænasturnar í Tórshavnar kommunu sært tú her:
- Broyting í gjøldum fyri eldrabúpláss 1. januar 2024
- Broyting í egingjaldi fyri heimahjálp 1. januar 2024
- Broyting í gjaldi fyri umlætting 1. januar 2024
Búfólk á eldrabúplássum og heimabúgvandi, sum rinda fyri heimatænastu, fáa skriv við kunningini.
Málsviðgerðina í Tórshavnar Býráð finnur tú á síðu okkara um dagsskráir og fundarfrásagnir. Nýggja kunngerðin kom í gildi 1. apríl 2023. Hon avloysti Kunngerð nr. 126 frá 17. desember 2014.