Tíðindi - 05. desember 2023

Handaðu borgarstjóranum undirskriftir

Eigarfeløg Undirskriftir2 05.12.2023

Sjey eigarafeløg í Hoyvík handaðu í dag Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, skriv.

Tey gera vart við ferðsluviðurskiftini á krossinum millum Løgmannabreyt og Vegin Langa. Tey halda, at teinurin ikki er hóskandi við atlit til ferðslutrygd ella ta ferðsluna, sum har er.

Tey vísa á, at tey hava gjørt vart við hetta áður, men uttan úrslit.

Fyri enn einaferð at gera vart við støðuna, handaðu umboð fyri sjey eigarafeløg í Hoyvík tí borgarstjóranum undirskriftir í dag.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at hann tekur støðuna í álvara, og fer at viðgera málið.