Tíðindi - 29. november 2023

Fleiri básar við tíðaravmarkingini 2 tímar á Skálatrøð

Fleiri parkeringsbásar á Skálatrøð november 2023

Parkeringsøkið á Skálatrøð við tíðaravmarkingini 2 tímar (9-18) yrkadagar er nú víðkað við 10 básum úr 24 til 34 básar.

Á parkeringsøkinum á Skálatrøð eru tilsamans 207 parkeringsbásar. Meginparturin av parkeringsøkinum, 173 parkeringsbásar, hava tíðaravmarkingina 8 tímar (9-18) yrkadagar.
Haraftrat er eitt minni parkeringsøki við tíðaravmarkingini 2 tímar (9-18) yrkadagar, sum nú er víðkað við 10 básum frá 24 til 34 básar.

Økini sært tú her:

Kort yvir parkeringsmøguleikarnar í kommununi sært tú her:

Parkering í Tórshavnar kommunu