Tíðindi - 26. august 2024

Ferðsluavmarkingar á Grønlandsvegnum 27. og 28. august

Týskvøldið 27. august og mikunáttina 28. august arbeiða vit á Grønlandsvegnum frá Jóannesar Paturssonar gøtu til Svalbardsvegin.

Arbeiðið 27. august hevur við sær, at ferðslan verður tarnað frá klokkan 20 til arbeiðið er liðugt.

Mikunáttina 28. august asfaltera vit, og tí er alt strekkið stongt frá klokkan 23.59 til hósmorgunin 29. august klokkan 6.