Tíðindi - 14. mai 2024

Fara nú undir at byggja nýggjan terminal

Smyril Line tørvar størri goymslu og skrivstovuhøli, og Tórshavnar Havn tørvar betri og størri farstøð enn ta gomlu. Smyril Line og Articon hava nú gjørt avtalu um at byggja farstøð.

Í juni 2021 undirskrivaðu umboð fyri Smyril Line og Tórshavnar kommunu sáttmála um at samstarva um at byggja goymslu- og skrivstovuhøli til Smyril Line og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Tórshavnar havn tørvar nýggjan terminal til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.

Partarnir gera ein felags bygning, sum rúmar goymslu- og skrivstovuhølum til Smyril Line, og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Smyril Line og Articon hava nú gjørt avtalu um at byggja farstøð. Í nýggju farstøðini verða eisini pakkhús og skrivstovuhøli. Bygningurin fer at standa á Molanum í Havn.

Smyril Line tørvar størri goymslu og skrivstovuhøli, og Tórshavnar Havn tørvar betri og størri farstøð enn ta gomlu. Tí er avtala um samstarv gjørd. Við hesi verkætlan vilja Smyril Line og Tórshavnar Havn í felag framtíðartryggja virksemið og veita føroyingum betri tænastu.

Nýggja farstøðin við goymslu og skrivstovum er tilsamans 7.389 fermetrar til støddar. Tollbygningur, landgongubrúgv og innskrivaraklivar eru eisini partar av verkætlanini og sostatt verður samlaða støddin 8.054 fermetrar.

Ráðgevarar í verkætlanini eru: Arkitektar Henning Larsen, LBF Ráðgevandi verkfrøðingar, PBC og Verk.fo