Býlingshúsið í Maritugøtu 20 ár
Í gjár var hátíðarhald í sambandi við, at Býlingshúsið í Maritugøtu hevði 20 ára stovningardag. Eisini vóru fýra starvsdagar.
Her er brot úr røðuni hjá Heðini Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu:
“Her er trygt og gott at vera”, sum tað stendur í einum bygdarsangi, vit av og á hoyra í útvarpinum. Og tað er eisini tað, vit síggja aftur í nøvnunum, stovurnar í vøggustovuni og barnagarðinum hava.
Í Urðini er Reiðrið, har eggið verður vorpið og klakt. Her er trygt, fjálgt, og vart. Her veksur ungin og búnast, til hann er klárur at fara á sjógv, og fyrst heldur til á Víkini, áðrenn hann er vaksin so mikið, at hann hættar sær niðan í Dalin. Her í hesum frálíku umstøðunum starvast eitt framúr toymi upp á 20 starvsfólk og tvey vaskifólk.
Og tit hava umstøður av teimum bestu. Bæði innan- og uttandura. Inni eru umstøður til sang, spæl og kropsliga menning. Og úti eru umstøðurnar minst líka góðar í teirri frálíku náttúruni her í Hoyvík.
Alt hetta sæst aftur í, at starvsfólkini trívast og gera ein góðan stovn upp aftur betur.
Góða Heidi
Hjartaliga tillukku við 30 ára starvsdegnum. At hava arbeitt við sama øki í 30 ár sigur eitt sindur um eitt menniskja. Tað vísir, at her er ikki bara talan um at arbeiða av plikt, men tí, at tú ert góð við tey, tú ert saman við. Bæði við børnini og starvsfólkini, tú arbeiðir saman við. Og ikki minst við sjálvt starvsøkið. Hetta at arbeiða við børnum. Av hesum 30 árunum, hevur tú verið næstan helvtina – tey seinastu 14 – her í Maritugøtu. Fyrst í føstum starvi, men nú tey seinastu trý árini knýtt at stovninum sum avloysari.
Tú ert hugagóð, løtt av lyndi, og ikki bangin fyri at “taka fatt”. Tað at koma við einum glaðum og smílandi lyndi til børnini, har tey “eru” ger, at tey eisini fáa álit á tær. Tað er ein góður eginleiki hjá námsfrøðinginum at síggja barnið, júst “har tað er”. Tú ert glað og positiv, altíð klár at hjálpa og loysa av, tá boð eru eftir tær. Hóast tú ikki ert í føstum starvi, tekur tú tó aktivt lut í teimum sosialu tiltøkunum á stovninum. Ert við til trivnaðartiltøk, ráðleggingardagar, tá tað liggur fyri, og so annars at taka eina hond í, tá heitt verður á teg. Tað er gott fyri ein sjálvan at kenna, at brúk er fyri tær av og á, hóast tú ert við at “trappa niður”. Og tað er sanniliga eisini gott fyri arbeiðsplássið at vita, at har er ein “backur” á síðulinjuni, sum til einahvørja tíð kann setast inn at bjarga dystinum í eini trongdari støðu.
Góða Joan
Hjartaliga tillukku við fjórðings øldini í starvinum, har 15 av árunum hava verið her í Maritugøtu. Hini 10 árini telja jú eisini sum eitt slag av jubileum. Í hvussu er eitt vakurt, runt tal. Tú brennur fyri námsfrøðini og børnunum, Joan. Tað vita tey, sum kenna teg, og sum arbeiða saman við tær. Og at fólk hava álit á tær, sæst eisini aftur í, at tú hevur havt ábyrgd av skúlabólkinum í nógv ár. Og ikki bara tað. Fakliga hevur tú eisini í nógv ár verið álitisfólk hjá starvsfeløgunum.
Tú ert still og rólig, og kortini vita fólk altíð, hvar tú ert, og verða ikki kløkk, tá tú knappliga stendur í rúminum. Tí, sum sagt verður á donskum: “Dit mål røber dig”. Ikki tí, at tú tosar hart ella rópar, Nei, men tí tú syngur ella murrar okkurt gott lag við tíni góðu rødd og glaða lyndi. Eitt fitt og róligt menniskja, sum kortini kanst “folda teg út”, tá tað skal vera. Sum nú tá starvsfólkahugni e.t. er á skránni.
Góða Mary
Hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum, har av tey 16 árini hava verið her í Maritugøtu. Tað eru ikki øll, sum sleppa at verða verandi í vøggustovuni. Og slett ikki í 16 ár. Eini trý ár ella so, so verða tey flutt víðari í barnagarð. Men ikki tú. Tú heldur trúføst við í vøggustovuni her í Maritugøtu. Altíð klár at taka tøk. Og tað er heldur ikki neyðugt at biða teg gera tað, sum gerast skal. Tað kemur bara av sær sjálvum.
Men taki ikki feil. Er ikki alt, sum tað skal, so fert tú heldur ikki av vegnum fyri at siga tína meining um tingini. Og har tú ert, er skil í. Tað er ikki at ivast í, at okkurt av “tínum” børnum her í vøggustovuni, hevur hugsað um teg, nú tey hava havt høvi at lurtað í útvarpinum, og kanska onkur eisini hevur verið í Havnar Bio og sæð “Dýrini í Valbakkaskóginum.” Man ikki onkur fittur tanki er farin til tín, tá hasin jassurin RevaMikkjal roynda at snýta HaruPer bakarameistara? Ivaleyst hava tey hugsað, at so lætt hevði hann ikki sloppið fram at tínum bollum, franskbreyðum og kanska onkrari piparkøku eisini.
Hjartaliga tillukku við degnum, og vónandi fara ikki bara “tín” stova, men allar hinar eisini framhaldandi at njóta gott av tínum bakarakynstri.
Góða Marian
Hjartaliga tillukku við 20 ára starvsdegnum.
Tað eru ikki øll, sum byrja 18 ára gomul á einum arbeiðið, ið framvegis eru í somu “branchu” 20 ár seinni. Men tað hevur tú gjørt. Tey 18 av teimum her í Maritugøtu. Og tað sigur eitt sindur bæði um teg, og um arbeiðsplássið, tú arbeiðir á. Men tá ein elskar sítt arbeiðspláss, og av somu grund eisini leggur alla sína orku í sítt arbeiði, kann tað meira enn so ganga upp í eina eind. At tú veruliga meinar tað, skilst av, at tú ikki dylur yvir, at hetta at arbeiða við børnum, er besta arbeiði, sum er til.
Tað er so eitt. Men tað man eisini vera nakað av tí allar týdningarmiklasta yvirhøvur, hetta at hava ábyrgd av børnunum. Tí tey eru tað týdningarmesta, vit eiga, og tá foreldrini lata tey upp í hendurnar hjá øðrum, er tað tí, at tey hava álit á tykkum, sum átaka tykkum hesa risa uppgávu. Umframt er starvsfólkatrivnaður eitt av tínum avgjørdu hjartamálum. Og, tá bæði børn og vaksin trívast saman, ja so gongur alt upp í eina eind. Sagt verður um teg, at tú ert "life of the party". Og skal okkurt fyriskipast, tað verið seg dagligar arbeiðsuppgávur ella starvsfólkatrivnaður – “you name it” – so ert tú klár. Men tú letur heldur ongan iva vera um, hvat tú meinar um tingini. Tú hevur tína meining, og dugir at siga hana.
Enn einaferð hjartaliga tillukku við runda starvsdegnum.
At starvsfólkini eru álítandi, umhugsin og nærverandi í gerandisdegnum, kemur ikki av ongum. Tað eru teir fýra starvsdagarnir í dag eitt greitt prógvum. Sagt er um tykkum, at tit møta væl, hava lítla fráveru, og møta altíð til tíðina. Alt hetta eru eginleikar, sum stuðla undir trúfesti móti arbeiðsplássi og børnum, sum aftur gevur íblástur og ískoyti til stovnin. Men fyri at hetta yvirhøvur skal bera til, krevjast foreldur, sum í fyrsta lagi fáa børnini, í øðrum lagi lata tey á stovnin. Og í triðja lagi – men ikki minst – sjálv eru “engagerað” í trivnaði og vælferð hjá øllum stovninum sum heild.
Tá alt hetta gongur upp í eina eind, er hugaligt at fylgja børnunum, sum sjálvandi eisini ansa hesum, og mennast av tí, so tey frítt og uttan forðingar tora at brúka sítt hugflog. Mátti hesin andin framhaldandi fylgt stovninum í tíðini, sum kemur."