Tíðindi - 27. juni 2024
Broytingar á leið 1 fríggjadagin 28. juni kl. 8-16
Í sambandi við asfaltering av Traðargøtu á Argjum fríggjadagin 28. juni, verður leið 1 umløgd, meðan arbeiðið fer fram.
Frá kl. 8 til 16 koyrir leið 1 ikki eftir Argjavegnum, Rossagøtu og Traðargøtu. Koyrt verður í staðin eftir Velbastaðvegnum, eftir nýggju brúnni og víðari eftir ferðaætlanini niðan á Hamarin.