Børnini í Tórshavnar kommunu skulu hava bestu karmarnar
Felags foreldraráðið, ið varð sett á stovn tann 24. januar 2024, fer nú framhaldandi at gera vart við, hvussu umráðandi tað er at hava góðar fysiskar karmar á stovnunum í kommununi.
Tað er ein sannroynd, at fysiskir karmar hava alstóran týdning fyri børn. Gransking vísir, at umhvørvið, sum børn vaksa upp í, hevur eina avgerandi ávirkan á, hvussu tey mennast fatanarliga, sosialt og kropsliga. Tað er okkara ábyrgd sum foreldur, námsfrøðingar, lærarar og samfelag at tryggja røttu karmarnar og umstøðurnar, soleiðis at børn okkara hava møguleika fyri eina sunna og nøktandi menning.
Felags foreldraráðið hevur sett sær fyri at arbeiða fyri og stuðla uppundir menningina av fysisku kørmunum á dagstovnaøkinum, soleiðis at Tórshavnar kommuna verður kend fyri eina dygdargóða raðfesting av okkara stovnum til frama fyri børnini og samfelagið.
Vit vilja í hesum sambandi umrøða nøkur viðurskifti, ið eru av stórum týdningi fyri menningina hjá børnunum, og samstundis eggja til orðaskifti um, hvørt hesi viðurskifti eru uppá pláss og – um ikki – hvussu vit í felag kunnu fáa tey í rætt lag.
Fatanarlig menning
Fatanarliga menningin hjá børnum okkara verður í stóran mun ávirkað av sosiala, kensluliga, fíggjarliga og fysiska umhvørvinum. Sosial samvera uttanfyri familjuna, sum til dømis í dagstovnum ella í sambandi við luttøku í felagsskapum, er avgerandi fyri at menna neyðugu sosialu førleikarnar.
Kenslulig menning
Eitt umhvørvi, ið stuðlar børnunum kensluliga, er avgerandi fyri sjálvsfatanina, sjálvsálitið og sjálvræðið. Børn, ið vaksa upp í einum ótryggum kensluligum umhvørvi, kunnu vera í vanda fyri varandi sálarligum avbjóðingum og fáa trupult við at menna og varðveita haldgóð sambond.
Sosialir førleikar
Sunn sosialisering er avgerandi fyri menningina hjá børnum. Vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar eru dømi um stovnar, ið eru sniðgivnir til at fremja sunn sambond millum børn og teirra javnaldrar og millum børnini og tey vaksnu.
Fysisk menning
Atgongdin til grøn økir, sum til dømis viðarlundir ella onnur grøn økir, kann bøta munandi um førleikarnar hjá børnunum at hugsavna seg, bera seg sosialt at og varðveita uppmerksemi. Spæl í natúruni kann betra um rørsluligar førleikar, javnvágina og balansuna.
Felags foreldraráðið hevur í hyggju at tryggja, at hesi atlit verða tikin, tá ið stovnar verða bygdir ella umvældir, og at neyðugu fakligu atlitini somuleiðis verða tikin. Ráðið gleðir seg at fara í eitt støðugt og gott samstarv við Tórshavnar Býráð um hetta sera týðandi evni.
Vilt tú vita meir um felags foreldraráðið, ber til at lesa meira á síðu okkara, sum tú finnur her:
Vinarliga
Felags foreldraráðið fyri vøggustovur, barnagarðar og frítíðarskúlar í Tórshavnar kommunu