Tíðindi - 28. juni 2024
Asfaltarbeiðið á Støðlagøtu og Traðargøtu á Argjum útsett til leygarkvøldið 29. juni kl. 22
Asfaltarbeiðið, ið skuldi gerast á Traðargøtu og Støðlagøtu á Argjum í dag, er útsett til í annaðkvøld, leygarkvøldið 29.juni klokkan 22.
Í hesum sambandið verður Traðargøta stongd leygarkvøldið frá klokkan 22.00 til 04.00.
Støðlagøta verður stongd sunnunáttina frá kl. 04.00 til 10.00.
Broyting í koyring hjá Leið 1
Meðan asfaltarbeiðið verður gjørt á Traðargøtu koyrir leið 1 niðan eftir Velbastaðvegnum, yvir um nýggju brúnna og niðan á Hamarin frá klokkan 22.00 til klokkan 24.00.