Tíðindi - 02. november 2024

Ársveitsla á Boðanesheiminum

Í gjár var hátíðarhald á Boðanesheiminum í sambandi við, at stovnurin hevði 12 ára stovningardag.

Her er brot úr røðuni, ið Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, helt í hesum sambandi.

"Góðu tit starvsfólk, og góðu tit húsfólk her á Boðanesheiminum. Eitt, sum hevur gjørt Boðanesheimið heimskent, er stuttliga luttøka tykkara í Tórshavnar maraton. Tá eru tit trúføst og stuðla øllum rennarunum, sum tuska eftir vegnum framvið Boðanesheiminum hvørt summar. Hetta hevur gjørt Boðanesheimið heimskent, og stóra tøkk skulu tit hava fyri, at tit seta eyka kulør á tiltakið og fatanina av, hvat Boðanesheimið stendur fyri. Allir teir útlendsku rennararnir nærum steðga upp og vilja heilsa uppá, tí hetta er so serstakt og kensluliga rørandi.

 

Boðanesheimið er serstakur bygningur við best hugsandi útsýnið yvir Nólsoyarfjørð. Eg møtti einum manni nú ein dagin, sum plagar at ferðast kring landið við fremmandum ferðafólki. Komin út móti Boðanesheiminum, vísti hann gestunum hendan vakra bygningin, og segði, at hetta er nýggja røktarheimið hjá Tórshavnar kommunu. Tá undraðust tey, tí við hesum avbera vakra útsýni høvdu tey vænta, at her høvdu tey ríku keypt alt upp fyri dýran penga og bygt sær luksusíbúðir. Tá segði eg við hann, at í Havn raðfesta vit okkara eldru borgarum hægri enn luksusíbúðir hjá teimum ríku. 

 

Góð tit øll – Boðanesheimið nærkast tannára aldri. Her er nógv og gott virksemi. Her trivast borgararnir og starvsfólkini. Virksemi er eisini fjølbroytt, bæði við røkt, rørslu og trivnaði. Her verður fjálgað um búfólkini og tey avvarandi. Her eru eisini avbera góðar umstøður til alskyns virksemi, sum hóskar til tørvin hjá húsfólkunum. Og køkin hava tit sera góðan, tað síggja tit eisini her til hesa veitslu. Grannalagið her er eisini sera gott saman við Lágargarði og Tórsbyrgi. Her eru eingi mørk, her eru vit saman sum ein stórur og rúmligur býlingur. Nógv verður sagt um eldraøkið. At hetta og hatta skuldi verið betri. Sjálvandi vilja vit øll gera okkara besta og betri enn nú, men vit skulu eisini minnast til, at vit í veruleikanum gera tað ordiliga gott."