Tíðindi - 26. oktober 2024

100 ára føðingardagur hjá Bergljót Eiriksfoss

Seinnapartin í gjár varð skipað fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at Bergljót Eiriksfoss - vanliga nevnd Beggan - rundaði tey 100 árini. Móttøka var á Panorama í gjár, har Heðin Mortensen, borgarstjóri, var boðin við og helt røðu.

 

Borgarstjórin kom í røðu síni m.a. inn á barnaárini á Sandi:

 

"Útlitini fyri arbeiði í eini bóndabygd sum á Sandi munnu ikki hava verið so øgiliga bjørt hjá eini ungari gentu, tá tygum vóru ung. Tí fóru tygum longu sum 15 ára gomul av bygdini til Havnar at tæna. Tað var ikki tá sum nú. Nei, tá fór man við báti, og sat helst á onkrum mjólkardunki ella onkrum øðrum farmi úti allan túrin, sum vardi fleiri tímar. Í dag setur man seg í ein bil, og so strýkur man – ikki “OVER”, men “UNDER SØ OG LAND” – og so er man í Havn næstan áðrenn man hevur talt uppí, hvussu gamal man er. Í hvussu er tá man hevur fylt 100 ár.

 

Tíðin í Havn fór tó ikki bara til at tæna. Tí í mong ár arbeiddu tygum á Vaskarínum og á Margarinfabrikkini. Men Havnin var ikki alt. Tygum giftust í 1954 við skopuninginum Olivuri Eiriksfoss og fluttu aftur í Sandoynna. Hóast ikki longur suður enn til Skopunar. Tit fingu sonin Hans Suna, og síðan eru komin trý ommubørn og tvey langommubørn, og eru tvey afturat á veg havi eg hoyrt. Tað er vælsignað.

 

Hvussu var og ikki, so dró Havnin so mikið, at tit seinast í sekstiárunum fluttu aftur til Havnar, har tygum í mong ár arbeiddu í kantinuni á Læraraskúlanum, og Olivur smíðaði. Í  tíðini á Læraraskúlanum hava tygum givið mangan lærara við lærara feitan bita. Fleiri hundrað munnu tey vera, ið tygum hava givið mat í munnin millum ár og dag. Olivur var sjálvstøðugur handverkari, og legði mangt bygningsverk úr hondum. Hann doyði í 1985, so tygum hava sitið einkja í skjótt 40 ár. Einkarsonurin Hans Sune arbeiðir hjá Tórshavnar Býráð, har hann hevur verið í 23 ár. Vit kennast væl gjøgnum áralanga samstarvið í kommununi."

 

Eisini kom borgarstjórin inn á mongu ítrottarligu avrikini í familjuni, serliga innan fimleik og renning.

 

"Men tað er ikki langt frá at tygum sjálv eru í ferð við at seta eitt heimsmet. Á Tjarnargarði, har tygum nú búgva, sita tit vinkonurnar regluliga og binda. Tað serstaka við hesum bindiklubbanum er, at miðalaldurin er hundrað ár. Og tað man tátta væl í eina gullmedalju.

 

Vit hava møguliga kenst, heilt síðan eg sum smádrongur var ørindadrongur hjá Reinsarínum. Tað minnast tygum  kanska ikki meira. Tá tygum vóru ung, arbeiddu tygum í mong ár á vaskarínum, sum tað æt. Har var eisini reinsaríð. Millum annað tað sonevnda Fjøðurreinsaríðið. Og har hava tygum reinsað bæði dýnur og koddar hjá havnarkonum. Og alt hetta skuldi bæði heintast heima og fáast oman á Reinsaríið. Tá tit vóru lidnar, skuldi tað koyrast út aftur til eigaran, sum so slapp í reina song aftur um kvøldið.  Hesum transportinum slapp eg sum 11 ára gamal upp í part at standa fyri aftan á skúlatíð. Við súkklu við stórum baggasjuberara frammanfyri at ganga ørindi um allan býin.

 

Danska sálmaskaldið N.F.S. Grundtvig sigur í einum av sálmum sínum um ár og aldur, at:

Halvfjerdsindstyve er støvets år,
de stolteste strid og møje;
om firsindstyve en kæmpe når,
des mere han har at døje.

Nú hava tygum nátt langt upp um kempualdur.  Og øll hesi árini, tygum hava livað, hava tygum sæð og uppliva øgiliga broytingar. Ikki bara, hvussu lætt tað er at ferðast í dag, men eisini sovorðið sum, at tygum eru fødd og vaksin upp í einum lítlum húsi við tveimum kømurum, har hvørki var ljós ella hiti inni. Tað duga vit í dag yvirhøvur ikki at fyristillað okkum. Men gott var seiggið, tí tygum búðu einsamøll líka til fyri tveimum árum síðan, tá tygum fluttu á Tjarnargarð.

 

Góða Beggan.

Hjartaliga tillukku við teimum 100 árunum.

Tygum og tygara ynskist alt tað besta í tíðini, sum kemur."