Gongur tú við einum góðum hugskoti, sum kann gera okkum betur før fyri at skilja og endurnýta burturkast?
Um so er, hevur tú møguleika fyri at søkja kommununa um umhvørvisstuðul. Umsóknarfreistin er 15. apríl 2021.
Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við Umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning. Umsóknir um umhvørvisstuðul skulu halda seg innan valda evnið.
Evnið í ár er »Skiljing og endurnýtsla av burturkasti«. Sum samfelag og kommuna skulu vit gerast betur til at endurnýta, og tað merkir, at vit skulu gerast betur til at skilja okkara burturkast í tær burturkastfraktiónir, sum Kommunala Brennistøðin longu hevur gjørt karmar fyri.
Umhvørvisvikan 2021 skal sostatt økja um tilvitanina hjá borgarum um týdningin av at varðveita okkara tilfeingi í ringrás. Brenning endar ringrásina av tilfeingi, sum framvegis kann haldast í ringrás. Økt endurnýtsla avmarkar, hvussu nógv burturkast vit brenna. Gera vit okkum tískil betur før fyri at skilja okkara burturkast, kann ein stórur partur av burturkastinum haldast longri í lívsringrásini. Í høvuðsheitum leggja vit hesaferð dent á burturkastfraktiónirnar papp, pappír, glas og metal.
Evnið í ár tekur tráðin upp frá heimsmáli 12, ið snýr seg um at avmarka nýtsluna av ráevnum og vandamiklum evnum og at avmarka spill og dálking.
Í útgreiningini av heimsmáli 12 stendur millum annað at lesa, at øll okkara framleiðsla av burturkasti skal skerjast munandi áðrenn 2030. Hetta skulu vit gera við fyribyrging, skerjingum, endurframleiðslu og endurnýtslu.
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelagi og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka hesum 17 málum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Kommunan hevur latið umhvørvisstuðul síðan 2004. Verkætlanirnar eru sostatt nógvar í tali, og tær hava eisini verið rættiliga ymiskar: fleiri av kunnandi slag, summar smáar og aðrar stórar.
Niðanfyri hava vit valt nakrar verkætlanir burturúr, sum tú kanst leita tær íblástur frá. Tú kanst eisini leita tær íblástur í yvirlitinum yvir stuðlaðum umhvørvisverkætlanum 2010-2022, sum tú finnur her:
Í reglugerðini fyri stuðul til umhvørvistiltøk finnur tú treytirnar fyri stuðul og fært samstundis eina ábending um, hvussu tú søkir
Reglugerð fyri stuðul til umhvørvistiltøk
Sambært umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu, skulu vit millum annað økja um umvæling, endurnýtslu og endurframleiðslu, og vit skulu skerja plastnýtsluna og nýtsluna av evnafrøðiligum evnindum. Vit skulu eisini økja um sínámillum býtisnýtsluna, t.d. av amboðum, klæðum, bilum, súkklum og elektriskari útgerð. Tú finnur umhvørvispolitikkin her:
Tú finnur eitt yvirlit yvir stuðulsjáttanirnar 2010-2022 her:
Yvirlit yvir stuðulsjáttanir 2010-2022
Á býráðsfundinum 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta tey 17 heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |