Umhvørvisvikan verður í døgunum 6. mai til 13. mai 2023.
Í ár snýr umhvørvisvikan seg um flutning. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.
Tak súkkluna til arbeiðis í umhvørvisvikuni - tað er sunnari, stuttligari, bíligari og umhvørvisvinarligari
Hvørt ár velur Umhvørvisdeildin í Tórshavnar kommunu eitt ella fleiri umhvørvisevni í sambandi við Umhvørvisvikuna og umhvørvisstuðulin. Evnini leggja seg aloftast upp at einum ella fleiri av teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardyggari menning.
Umhvørvisevnið í 2023 er »flutningur«. Fólkaflutningur og flutningur av mati, vørum og tilfari fyllir nógv í okkara samfelag. Flutningur bæði kostar og dálkar. Tað er tí umráðandi, at vit framhaldandi finna mátar at bøta um, stytta um, umskipa ella endurhugsa flutningin og minka um okkara útlát og útreiðslur.
Á Umhvørvisvikuni 2023 fáa vit høvi at endurhugsa tað, vit vita og halda um flutning og umhvørvi.
Flutningur er óloysiligur partur av nýtslu- og framleiðslumynstrinum í okkara samfelag. Evnið »flutningur« vísir sostatt aftur til heimsmál 12, ið snýr seg um at tryggja burðardygg nýtslu- og framleiðslumynstur.
Ellinta heimsmál snýr seg um burðardyggar býir og bygdir. Eitt undirmál undir hesum yvirskipaða heimsmáli snýr seg júst um almennar flutningsskipanir, ið mugu gerast tryggar, rímiliga príssettar, atkomuligar og burðardyggar.
Flutningur í breiðum høpi kann harumframt skiljast sum tann flutningsmøguleiki, vit menniskju sjálvi nýta. Triðja heimsmál snýr seg um góða heilsu og vælferð. Í einum burðardyggum infrakervi verður ofta eggjað til, at ein velur súkkluna, felagsflutning og beinini framum bilin. Góð heilsa er av tí sama bæði ein stremban og ein natúrlig fylgja av, at menniskju raðfesta burðardyggu møguleikarnir, tá tey ynskja at røra seg í býnum.
Á býráðsfundi 28. mars 2019 gjørdi Tórshavnar kommuna av at seta heimsmálini fyri burðardyggari menning hjá ST á dagsskrá og at gera heimsmálini til fastan part av umhvørvispolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.
Heimsmálini eru 17 í tali og hava til endamáls at fáa allar heimsins tjóðir til at stremba fram ímóti einum burðardyggum samfelag og heimi; øll lond skulu mennast búskaparliga, sosialt og umhvørvisliga á ein burðardyggan hátt. Hugsjónin er, at øll heimsins lond skulu arbeiða við at røkka teimum 17 málunum innan 2030.
Tú kanst lesa meira um heimsmálini í frágreiðingini »Heimsmálini fyri burðardyggari menning«, sum Føroya Landsstýri almannakunngjørdi í 2018.
Stuttflutt tilfeingi er ein verkætlan, sum lærir børn og vaksin at gagnnýta stuttflutt tilfeingi. Lítliskúli fer at fáa ein matligan skúlagarð, har ið børnini millum annað fara at gera sankutøð, velta grønmeti og planta berjarunnar.
Hvørja viku hevur Lítliskúli ein útidag, og ætlanin er at brúka onkran av hesum á seiðabergi.
Alt tilfeingið verður so brúkt í matarskipanini og í køkundirvísingini á Lítlaskúla.
Latið verður kr. 75.000 til verkætlanina
Byggitilfar er ein verkætlan, sum skal geva borgarum møguleikan at keypa og selja byggitilfar á serstakari heimasíðu. Ætlanin er, at borgarar skulu kunna fara inn á heimasíðuna og leita eftir tilfari, teimum manglar, samstundis sum borgarar og fyritøkur eisini kunnu selja avlopstilfar á síðuni. Hugsað verður eisini um byggitilfar sum stavar frá niðurtøku ella umbyggingum.
Hetta fer vónandi at føra við sær, at meira byggitilfar verður endurnýtt og minni verður innflutt.
Latið verður kr. 79.200 til verkætlanina.
Verkætlanin snýr seg um at skipa fyri einum stórum ruddingardegi tann 16. september 2023, har málið er at fáa 2000 fólk í øllum aldursbólkum at rudda býin saman við politikarum.
Stuðul verður latin til at framleiða ein stuttfilm, sum skal fáa fólk at steðga á og ásanna, hvussu týdningarmikið tað er, at vit øll gera okkara fyri at halda høvuðsstaðin ruddiligan.
Latið verður kr. 47.900 til verkætlanina.
Ætlanin er at halda eina Náttúruráðstevnu í Norðurlandahúsinum á heysti 2023. Náttúruráðstevnan skal millum annað lýsa, hvat borgarar og fyritøkur kunnu gera fyri at liva og virka meira burðardygt.
Ætlanin er at náa so nógvum málbólkum sum møguligt, so har verður okkurt til bæði børn og vaksin.
Latið verður kr. 47.900 til verkætlanina
Voxpop í Steinatúni um bussleiðina í sambandi við Umhvørvisvikuna
Voxpop í SMS um bussleiðina í sambandi við Umhvørvisvikuna
Umhvørvispolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu skal vísa okkum øllum á ta grønu leiðina og er sostatt eitt stýriamboð, ið skal hjálpa okkum øllum við at fyribyrgja útlát, burturkast og dálking. Grundleggjandi fyri umhvørvispolitikkin er visjónin um, at komandi ættarlið skulu hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna sum undanfarin ættarlið.
Umhvørvispolitikkurin varð kunngjørdur í 2016. Politikkurin verður eftirmettur annaðhvørt ár og verður endurskoðaður sættahvørt ár.
Tað er sera umráðandi, at tú fylgir leiðreglunum, tá tú setir niður runnar ella plantar trø. Markið móti grannum og øðrum skal altíð virðast. Tú mást millum annað hava fyrilit fyri víddini á fullvaksna runninum. Tað vil siga, at tú skalt seta runnarnar niður 40 cm inni á tínum egna stykki.
Ætlar tú at planta trø, er tað umráðandi, at tú ikki kemur ov nær markinum hjá tínum granna. Ongar neyvar ásetingar eru um, hvussu høg einstøk trø kunnu vera í urtagørðum. Her er tí neyðugt at fylgja góðum grannasiði. Tú kanst lesa meira um okkara tilmæli í faldaranum um planting av trøum og runnum.
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |