Skráset tín oljutanga og minst til at taka hann úr nýtslu, áðrenn hann gerst ov gamal. So sleppur tú undan kostnaðarmiklari umhvørvisdálking og upprudding.
Les her, hvussu tú gert.
Les her, hvussu tú gert.
Hevur tú ein gamlan oljutanga, sum er millum 20 og 50 ár, skalt tú sum borgari vera greiður yvir, at tangin er í vanda fyri at dálka bæði mold og vatn. Hendir hetta, kann tað gerast kostnaðarmikið, tí tryggingin tekur bara við, tá ið øll lógarkravd viðurskifti eru í lagi. Sum grundeigari hevur tú sostatt fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur, og at hann ikki er í vanda fyri at dálka umhvørvið.
Ivast tú í framleiðsluárinum á tanganum, verður gingið eftir árstalinum, tá húsini vórðu bygd. Hækkar oljunýtslan munandi, skalt tú beinanvegin boða kommununi frá og orsøkin finnast. Harafturat skalt tú fylgja føstum mannagongdum, tá tú tekur tín gamla oljutanga úr nýtslu. Tú kanst lesa meira um reglurnar á hesari síðuni og í kunngerðini um fyribyrging av dálking frá oljutangum, sum tú finnur leinki til niðanfyri.
Tú skrásetir og frámeldar tín oljutanga í kommunalu skrásetingarskipanini. Niðanfyri greiða vit tær frá, hvussu tú gert.
Skrásetingarskipanin gevur tær møguleika fyri at skráseta fleiri oljutangaviðurskifti. Tú skalt til dømis bæði brúka skipanina, tá ið tú skrásetir verandi oljutanga, og tá tú boðar frá, at oljutangin er tikin úr nýtslu.
Gev gætur, at tað ber ikki til at gera broytingar í skipanini, tá tú hevur skrásett tangan. Vilt tú broyta ella strika skrásetingina, kanst tú senda okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo ella ringja á telefon 30 20 10.
Tú kanst suma inn við at brúka hjólið á músini ella við at trýsta á plussteknið (+), sum finst á amboðslinjuni vinstrumegin á kortinum.
Tað ber eisini til at byrja við at leita eftir adressuni ella matrikkulnummarinum í leititeiginum høgrumegin á kortinum.
Vel tann skrásetingarmøguleikan, ið best lýsir ta støðuna, tú ætlar tær at skráseta. Hevur tú ikki havt oljutanga, er tað ynskiligt, at tú kortini skrásetir tína hitaloysn í skipanini. Tað kanst tú gera við at velja gráa rundingin »Oljutangi hevur ongantíð verið á matrikklinum«.
Trýst á staðið á kortinum, har tú vilt skráseta tangan. Á valda staðnum kemur eitt lítið frámerki. Liturin á frámerkinum samsvarar við tað skrásetingarslagið, tú valdi frammanundan. Staðsetingin kann vera, har oljutangi er ella hevur verið áður. Hevur eingin oljutangi verið, tí tú hevur aðra hitaloysn, set so merki á bygningin, sum hitaloysnin fevnir um.
Teigar koma til sjóndar vinstrumegin kortið. Fyrstu teigarnir snúgva seg um adressuna. Hesir teigar verða fyltir út sjálvvirkandi út frá staðsetingini á kortinum. Tú skalt bara vátta, at adressan er røtt við at velja ja. Er adressan skeiv, ella er talan um fleiri adressur, sum eru hitaðar við loysnini, vel so nei í teiginum og skriva frágreiðing í teiginum viðmerking til adressuna, sum kemur fram, tá tú hevur valt nei.
Fyll út restina av teigunum. Hesir snúgva seg um byggiár, sambandsupplýsingar og upplýsingar um oljutangan.
Niðast í breddanum, undir heitinum »attachments / vedhæftninger«, hevur tú møguleika fyri at viðfesta viðkomandi skjøl, til dømis tangaváttan og rokningina fyri tanga. Soleiðis gert tú:
Trýst á Create ella Opret fyri at enda skrásetingina. Síðan kann skipanin latast aftur við at klikkja á X ovast í høgra horni
Skrásetingin er nú send, og tú fært ein teldupost frá okkum, har tú verður biðin um at vátta skrásetingina
Tú fært ikki gjørt broytingar í skipanini, tá tú hevur váttað skrásetingina. Vilt tú broyta ella strika skrásetingina, skalt tú seta teg í samband við Tórshavnar kommunu. Send okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo ella ring á telefon 30 20 10.
Tórshavnar kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónupplýsingar sambært galdandi lóggávu. Í Tórshavnar kommunu viðgera vit tær persónupplýsingar, sum eru neyðugar fyri at loysa okkara uppgávur.
Tórshavnar kommuna er dátuábyrgdari. Tað er okkara ábyrgd, at tú trygt kanst lata tínar persónupplýsingar til okkum.
Á leinkinum niðast undir »Persónupplýsingarpolitikkur hjá Tórshavnar kommunu« sært tú, hvussu tú samskiftir við okkum, um tú hevur spurningar viðvíkjandi persónupplýsingum, um dátutrygd ella fært illgruna um møgulig trygdarbrot.
Umhvørvisdeildin er deild í Tórshavnar kommunu undir Teknisku fyrisiting. Umhvørvisdeildin viðger persónupplýsingar um teg fyri at loysa fyrisitingarligar uppgávur í samband við skráseting av oljutangum í Tórshavnar kommunu, sum álagt teimum í Kunngerð nr. 124 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum frá 11. september 2018, § 10.
Í samband við skráseting av oljutangum innsavnar Umhvørvisdeildin bert tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri endamálið í samband við skráseting av oljutangum. Tá tú skrásetir teg á skrásetinginarskipanini, letur tú okkum tær persóndátur, vit hava tørv á fyri at røkka hesum endamálinum.
Tær upplýsingar, ið tú letur inn til okkara, verða skrásettar í skipan á Teknisku deild.
Umhvørvisdeildin innsavnar bert neyðugar persónupplýsingar, og goymir hesar til sakliga endamálið við viðgerðini er rokkið. Upplýsingarnar verða goymdar so leingi tað er neyðugt við atlitið til viðgerðina, tær eru innsavnaðar til.
Um talan er um upplýsingar, sum verða partur av einum málið, verða hesar goymdar í journalskipanini hjá Tórshavnar kommunu og avhendaðar Tjóðskjalasavninum, sambært avhendingaravtalu, og sambært LL um skjalasøvn.
Tú hevur altíð rætt til at vita hvaðani og hvørjar upplýsingar, vit innsavna og skráseta um teg. Metir tú, at onkrar upplýsingar, sum vit hava innsavnað og skrásett, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa hesar rættaðar.
Tú hevur eisini rætt til at fáa upplýsingar strikaðar. Hesin rættur er tó ikki treytaleysur, tá ávísar upplýsingar møguliga ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, avtalu ella annað endamál, sum gevur Umhvørvisdeildini rætt til at varðveita og viðgera hesar upplýsingar. Ynskir tú at nýta tíni rættindi í sambandi við persónupplýsingar, skalt tú skriva til torshavn@torshavn.fo.
Tú kanst lesa meira um tíni rættindi við at nýta leinkið undir »Persónupplýsingarpolitikkur fyri Tórshavnar kommunu« niðanfyri.
Tú kanst lesa meira um persónupplýsingarpolitikkin hjá Tórshavnar kommunu og tíni rættindi við at brúka hetta leinkið: Persónsupplýsingarpolitikkur - Tórshavnar kommuna
Tíðarfreistirnar fyri útskifting av oljutangum eru ymiskar, alt eftir um tangin stendur yvir jørð, er niðurgrivin ella um tangin hevur ókent framleiðsluár. Les nærri um hesi viðurskifti í grein 11 í Kunngerð um at fyribyrgja dálking frá oljutangum (logir.fo)
Er tað óvist, nær tangin er framleiddur, verður gingið eftir árstalinum, tá húsini vórðu bygd:
Kommunan kann í serligum føri leingja freistina fyri útskifting ella burturbeining av einum oljutanga. Umsókn skal tá sendast til Tórshavnar kommunu á torshavn@torshavn.fo.
Freistin kann í serligum førum leingjast:
Upplýsingar, ið skulu fylgja við umsóknini:
Les meira um reglurnar í kunngerðini, sum tú finnur her:
Vilt tú burturbeina ein niðurgrivnan oljutanga, skal tangin tømast og gravast upp. Vanliga er tað ein VHS-fyritøka ella ein byggifyritøka, sum tekur sær av arbeiðinum.
Sum eigari skalt tú boða kommununi og veitaranum av orkuloysnini frá í seinasta lagi 14 dagar áðrenn, tú tekur tangan fyribils ella endaliga úr nýtslu.
Eru tekin um leka ella oljudálking, skalt tú boða kommununi frá. Kommunan skal somuleiðis sýna økið, áðrenn tú tippir holið aftur og beinir tangan burtur.
Í serligum førum ber til at søkja kommununa um undantaksloyvi til at lata tangan liggja undir jørð. Fært tú loyvi, skalt tú avrigga tangan. Tað vil siga, at tú ella til dømis IRF skulu botnsúgva tangan, tippa hann og byrgja væl fyri. Vit loyva bara undantøkum, um vit meta tað vera umhvørvisliga ráðiligt og rímiligt.
Vilt tú søkja um undantaksloyvi, skalt tú fylla út umsóknarblaðið um undantaksloyvi niðanfyri og senda okkum tað í telduposti til torshavn@torshavn.fo. Minst til at viðmerkja »Undantaksloyvi til oljutanga« í evnisteigin.
Umsókn um undantak frá at taka oljutanga upp
Skal tangin hinvegin gravast upp og beinast burtur, skalt tú boða kommununi frá 14 dagar áðrenn, tú fyllir mold í og beinir tangan burtur.
Ætlar tú tær at taka ein oljutanga úr nýtslu, sum stendur í tínum húsum ella uttan fyri húsini, skal tangin frámeldast og burturbeinast. Vanliga er tað ein VHS-fyritøka ella byggifyritøka, sum tekur sær av arbeiðinum.
Ætlar tú tær at keypa nýggjan oljutanga ella oljufýring, skalt tú minnast til, at hetta ber bara til, tá ið ognin ikki er fevnd av íbindingarskyldu til fjarhita.
Skriva tín bústað og títt húsanummar í leititeigin á kortinum niðanfyri fyri at síggja møguleikarnar í tínum øki. Er økið blátt, er tín grund fevnd av íbindingarskyldu til fjarhita. Er økið reytt, er matrikkulin fevndur av bæði íbindingarskyldu og nýtsluskyldu.
Í summum førum er krav, at tú fært góðkenning frá Tórshavnar kommunu, áðrenn tú setir oljutangan upp. Tangin skal tískil altíð meldast til í seinasta lagi tvær vikur áðrenn, tú setur hann upp. Tú meldar tangan til í skrásetingarskipanini sambært leiðbeiningini omanfyri.
Hevur tú ikki møguleika fyri at fáa fjarhita, mæla vit til, at tú fært tær eina aðra grøna orkuloysn. Ivast tú í, hvør orkuloysn hóskar best til tíni hús, kanst tú seta teg í samband við Orkuskiftið á Umhvørvisstovuni, sum er ráðgevandi myndugleiki í føroyskum orkuviðurskiftum. Ring á telefon 34 24 00, vitja heimasíðuna www.os.fo ella send ein teldupost til info@os.fo.
Áðrenn tú setir nýggja oljutangan upp, eru fleiri ting at minnast til.
Vegleiðing til uppseting av oljutangum (arb.fo)
Vegleiðing til uppseting av oljutangum (arb.fo)
Tá nýggi oljutangin er settur upp, skalt tú senda avrit av tangaváttanini til kommununa. Váttanin skal leggjast við tilmeldingarskjalinum. Váttanin frá veitaranum av tanganum er týdningarmikil, tí hon skjalprógvar slagið av tanga og aldurin á tanganum.
Allir oljutangar skulu harumframt hava merki ella spjaldur, sum vísa framleiðsluár og tangastødd.
Livitíðin hjá einum oljutanga er tengd at framleiðsluárinum. Tangaváttanin skjalprógvar aldurin og livitíðina hjá tínum tanga, og tí skalt tú minnast til at fáa váttanina útflýggjaða frá tangaveitaranum.
Í talvuni niðanfyri sært tú livitíðina fyri ymsu tangasløgini.
Oljutangar hava vanliga eina livitíð á 20-40 ár, alt eftir slagi. Verður ein niðurgrivin tangi tikin úr nýtslu, skal hann tømast, gravast upp og burturbeinast. Oljutangar yvir jørð skulu tømast og latast inn á jarnplássinum á Brennistøðini á Hjalla.
Ivast tú í, um tú hevur skjalprógv fyri tangaslagið og framleiðsluárið á tínum tanga, kanst tú spyrja oljufýrsteknikaran um hetta.
Sum grundeigari hevur tú fulla ábyrgd fyri, at tangin er lógligur, og at hann ikki er í vanda fyri at dálka umhvørvið.
Kanna um tú hevur eina trygging, sum fevnir um dálkingarskaða frá egnum oljutanga.
Les meira um mannagongdir og krøv til oljutangar í okkara kunningar- og vegleiðingartilfari niðanfyri.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til kommununa. Ring til Umhvørvisdeildina á telefon 30 20 10 ella send okkum ein teldupost til torshavn@torshavn.fo.
Filmur um oljutangar og oljulekar
Í kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum sært tú, hvørjar reglurnar eru fyri oljutangar, og hvørjar skyldur veitari og eigari hevur.
Kunngerð nr. 124 frá 11. september 2018 um at fyribyrgja dálking frá oljutangum (logir.fo)
Kunngerðin um fyribyrging hevur heimild í lógini um umhvørvisvernd. Hana finnur tú her:
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |