Hvussu kunnu stórkøkar, handlar, hotell, stovnar og heilsølur skilja frukt, grønmetisleivdir og avskurðar frá til biogassframleiðslu?
Blív klókari og grønari fríggjadagin 10. november í Norðurlandahúsinum.
Blív klókari og grønari fríggjadagin 10. november í Norðurlandahúsinum.
Fyrr í ár varð stig tikið til eina royndarverkætlan, har fleiri fyritøkur fóru undir at skilja lívrunnið burturkast. Verkætlanin hevur hepnast væl, og nú verður møguleiki hjá øðrum matvøruhandlum og stórkøkum at koma uppí.
Fríggjadagin 10. november skipar Tórshavnar kommuna fyri tiltaki í Norðurlandahúsinum, ið snýr seg um royndirnar frá verkætlanini. Fyritøkur, sum hava verið við í verkætlanini, greiða frá sínum royndum, framløgur verða um krøv til skiljingina, um matframleiðslu í Føroyum og um endurvinning av lívrunnum burturkasti. Hvørt upplegg varir eitt korter.
Tiltakið er alment og ókeypis. Uppleggini venda sær serliga til matvøruhandlar, stovnar, matstovur og onnur, sum selja ella borðreiða mat, men øll eru vælkomin.
Skránna sært tú niðanfyri. Fyrri partur snýr seg um, hvussu vit skilja burturkastið, meðan seinni partur snýr seg um, hvussu tilfarið verður viðgjørt og brúkt. Gunnhild Dahl Niclasen verður orðstýrari.
Bjørg Dam, forkvinna í Náttúru- og umhvørvisnevndini, greiðir frá, hvussu Tórshavnar kommuna arbeiðir við átøkum, sum minka um útlát av vakstrarhúsgassum og gera kommununa grøna í 2030.
Niels Mellemgaard, heimasíðumennari, fer at greiða frá síðuni endurvinna.fo, ið er ein síða, borgarar og virkir kunnu brúka til at víðariselja byggitilfar, tey liggja inni við og ikki hava brúk fyri. Síðuna sært tú her:
Gunnar Djurhuus frá Endurnýtsluni í Tórshavnar kommunu greiðir millum annað frá krøvunum til lívrunnið burturkast, hagtøl og viging av produktinum og hvussu føroysk framleiðsla av tøðum kann kollvelta føroyskan landbúnað.
Brynhild Høgnadóttir Granhøj, ESG ábyrgdari í Betri Banka, greiðir frá, hvat tað er, sum fær eina fyritøku til at hava áhuga fyri at skilja og hava áhuga fyri grønum búskapi.
Rósa Maria Restorff frá Hotell Hilton greiðir frá, hvussu skiljingin hevur verið skipað á Hotell Hilton og letur góð ráð til tey, sum ætla sær at fara undir at skilja.
Fróði Mortensen frá Førka greiðir frá viðgerðini og orkuframleiðsluni á biogassverkinum. Vit fáa eisini innlit í, hvar biotøðini fara, og hvat innihaldið í teimum er.
Ottar Hentze, Uttastovugarðurin á Sandi, hevur upplegg um tørvin á tøðum.
Jóannes Guttesen frá IRF greiðir frá lívrunnum burturkasti og frá innsavning, viðgerð og orkuframleiðslu.
Orðstýrari Gunnhild Dahl Niclasen tekur samanum.
Øll uppleggini verða stroymd beinleiðis, soleiðis at øll kunnu fylgja við. Fylg við niðanfyri, tá vit byrja at stroyma beinleiðis úr Norðurlandahúsinum fríggjadagin 10. november.
Mánadag - hósdag | 9 - 16 |
Fríggjadag | 9 - 15 |